- Nógv virksemi hevur verið á flogvøllinum seinasta árið, og met nógv ferðafólk hava ferðast um nýggju farstøðina, ið sum heild hevur riggað sera væl.
Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, sum hýsir bæði Vága Floghavn og Atlantic Airways í sínari kommunu.
Í kunningarskrivi til sínar borgarar, veit borgarstjórin at siga, at millum tær størru íløgurnar hjá Vága Floghavn í 2016, verður eitt nú parkeringsøkið útbygt við greiðari skelting.
- Harumframt hevur Vága Floghavn keypt tveir nýggjar brandbilar, sum væntandi koma til landið síðst í februar. Gomlu brandbilarnir, sum eru um 20 ára gamlir, eru seldir einum donskum flogvølli og fara væntandi av landinum miðskeiðis í mars.
Eins og Vága Floghavn fegnast um góða samstarvið við Sørvágs kommunu, ynskir Sune Jacobsen vegna sína kommunu eisini at takka Vága Floghavn fyri gott og gevandi samstarv.