SUPERLIGAN
SOSIALURIN-KEYPMANNAHAVN: Mikukvøldið gjørdist tað ein veruleiki, sum sunnudagin ikki kundi gerast til annað. Silkeborg, sum í fimtan og eitt hálvt ár hevur verið partur av bestu donsku fótbóltsdeildini, flutti niður í næstbestu deildina. Tað gjørdu teir, tá ið teir á útivølli í Odense taptu 4-3 ímóti OB. Fyri hálvum sekstanda ári síðani var tað á sama vølli og við sama venjara,Viggo Jensen, at Silkeborg flutti upp í bestu deildina. Ta ferðina var tað eftir at hava vunnið á B1909.
Langt síðani niðurflutta Køge legði rygg til eyðmýkjandi 6-1 tap í Viborg. Søren Frederiksen skoraði trý mál, og harvið gjørdist hann spælarin, sum í stívliga tíggju ára gomlu søguni hjá superliguni hevur skorað flest mál. Frammanundan átti Heine Fernandez metið við 132 málum.
Farum á veg
Fyrr í vikuni nevndu vit møguleikan fyri, at Jákup Mikkelsen nú skal flyta úr Molde og til Farum. Tíðindini eru framvegis ikki váttaði. Men tað er í hvussu so er ein veruleiki, at Farum framvegis heldur tørn um bronsuplássið og harvið møguleikan at spæla í Europa Cup.
Mikukvøldið var Farum á útivølli í Gladsaxe, har teir vunnu 2-1 á AB. AGF fekk 1-1 á heimavølli ímóti Esbjerg. Harvið misti Esbjerg triðja plássið. Talan var um níggjunda dystin hjá AGF upp í slag, uttan at teir hava tapt. Fyri føroyskar fótbóltsfjepparar, sum taka á við Toda Jónsson og FCK, er ikki at vóna, at AGF eisini fer at megna 10. dystin uttan at tapa. Nú kunnu teir í Århus í hvussu so er gleðast um, at teir hava tryggjað sær eitt ár afturat í bestu deildini.
AaB vann 1-0 á FCM. Harvið datt FCM langt burtur frá bronsuplássinum, og AaB eigur rættin til superligupláss.
Í síðsta umfarinum, sum verður sunnudagin, er skráin henda: Esbjerg-AaB, FCK-AGF, FCM-øAB, Farum-Viborg, Køge-OB og Silkeborg-Brøndby.