MonkeyRat fer á pall leygarkvøldið í Keypmannahavn. Tað gongst bólkinum væl, og kendi Fat Boy Slim hevur samplað eitt lag hjá bólkinum.
MonkeyRat & Friends
konsert í Huset i Magstræde,
3 FESTDAGE for MALERIET 2012 2020 Visions
leygardagin 15. september kl. 16:20
Hetta er fimta árið á rað at MonkeyRat spæla konsert í samband við
3 FESTDAGE for MALERIET 2020 Visions, sum í ár verða hildnir í Huset i Magstræde,
sum hevur inngongd við Rådhusstræde 13 í Keymannahavn frá
14. til 16. september.
3 dagar, 120 málarar og 1000 málningar, umframt alskyns framførslur av ymsum slag,
so sum yrkinga upplestur, sjónleikur, dukkusjónleikur, sangur og tónleikur og annað.
Beint eftir kl. 15 leygardagin fara Thomas E. Kennedy og Lennox Raphael at lesa upp
T. E. Kennedy umsetingar av kenda danska yrkjaranum Dan Turrel.
Kl. 16:20 leygardagin - MonkeyRat & Friends
fabulous music-makers -(L. Raphael)
ANNA IACHINO, vokal - ARNOLD LUDVIG, bass og vokal
Jasmin Malaika Gledorf & roWan, vokalar.
MonkeyRat fara at spæla sangir frá nýggju fløguni, Sunshine umframt nøkur hit frá
FuckThe Jante Law fløguni, har ímillum sangin, Sex In Wonderful Copenhagen, sum
Fat Boy Slim samplaði og framførdi live á TAP1 í Keymannahavn leygarkvøldið 8. september.
Meira upplýsningar :
www.2020visions.dk/page016.html
www.2020visions.dk/2020-fest/120626-program.htm