Bert trý valevni eru á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Helena Dam á Neystabø grundgevur hesum við, at tað er umráðandi at yrkislærdir politikarar umboða Føroyar í Fólkatinginum. Hon heldur at tað er av stórum týdningi, at føroysku umboðini eru vandir í at samráðast við onnur.
- Vit skulu vera før fyri at greiða dønum frá føroyskum viðurskiftum, eins og vit skulu koma heimaftur at greiða føroyingum frá,hvat hendir í Fólkatinginum, sigur Helen Dam á Neystabø,
Sjálv hevur hon luttikið í politiska arbeiðinum í uttanlandsnevndini og aðrastaðni í hørðum samráðingum seinastu árini. Hetta eru arbeiðsroyndir, sum kunnu gagna í hesum sambandi.
- Hví stilla upp til Fólkatingið?
- Tað gera vit so leingi sum føroyingar hava skyldu
at velja umboð í Fólkatingið, men vit eru ikki til fals fyri nakran,sigur Helena Dam á Neystabø.
Sjálvstýrisflokkurin er, sum navnið greitt sigur, ein sjálvstýrisflokkur.Hann er eisini ein miðflokkur, sum kann samstarva til allar síðir
- Flokkurin kann eisini byggja brúgv og fáa gongd á mál, har flokkar bæði høgru- og vinstrumegin hava læst seg fastar, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.
Um tað at føroysku umboðini stuðla danskar politskar flokkar, við at fara upp í danskar tingbólkar, sigur Helena Dam á Neystabø, at Sjálvstýrisflokkurin heldur, at fólkatingumboðanin átti at verið tikin av, tí hetta bert fløkir føroyskan og danskan politkk upp í ein elllibita.
- Hetta sóu vit eisini, tá ið á stóð, tá danska stjórnin setti bæði Løgtingið og Landsstýrið til viks. Eins og tá danski forsætisráðharrin útskrivaði val tá bankamálið gjørdist ov heitt, sigur formaðurin.
Hon heldur, at orðaskiftið í sambandi við kreppuna í Føroyum og bankamálið hava prógvað at danskir politikarar als onga vitan hava um føroyska viðurskifti.
- Hesa støðu vilja vit bøta um.Vit fara at hava eitt vakið eyga við tí ið fyriferst í Danmark, og bera tíðindini aftir í tingið og Landsstýri, á sama hátt sum danska ríkisumboðið ger tað her hjá okkum, sigur formaðurin i Sjálvstýrisflokkinum.