Hondbóltur
Eftir at munurin millum topp og botn varð so ruddiliga staðfestur fyri viku síðani, tá Søljan vitjaði í Klaksvík, mundi spenningurin um dystin sunnudagin ikki vera tann heilt stóri.
Og tó at munurin á máltalvuni ikki varð eins sjónskur hesaferð, so mundi tað tó valda lítil ivi um, at tað ikki er í slíkum dystum, at Søljan skal rokna sær nakað stig.
Fyrstu løtuna hesaferð megnaði Søljan tó at halda fast í mótstøðuni, sum fyri tað nógva tóktist hava sera ilt við at motivera seg til at vísa tað heilt stóra. Eisini hóast leikararnir vita av, at tað í apríl mánaði kann verða so, tað verða málini, sum eru avgerandi.
Seinastu minuttirnar undan steðginum eydnaðist tó gestunum at skjóta nøkur mál á rað, og eftir steðgin kundu tær so bara hugsa um at koyra tryggu stigini heim. Tað gjørdu tær eisini, og var talan um koyring úti á vegnum, so høvdu tær helst eisini fingið rós frá ferðslutrygd fyri ikki at bróta nøkur mørk fyri hámarksferð.
Við stigunum tryggjaðu klaksvíkskvinnurnar sær, at tær nú eru á odda í bestu deildini. Á pappírinum hava tær tó ein dyst fleiri enn VB og VÍF, sum altso ikki sluppu í dyst um vikuskiftið. Spurningurin er so, hvørt Stjørnan fer at halda fast um sessin, tá tær næstu ferð skulu í eldin. Tað verður um tvær vikur, og tá er mótstøðuliðið VÍF í Vestmanna, og við verandi gongd, so er einki at ivast í, at hópur av klaksvíkingum tá fer at leita suður eftir at gylgja við, hvussu leikur fer.
Sóljan hevur eisini tá týdningarmiklan dyst. Tá vitja tær nevnliga hjá Kyndli, og tað líkist í øllum førum einum dysti, har Søljan kann skrykkja seg heilt leysa úr botninum. Áðrenn tann dystin bíðar tó ein tann truplasta uppgávan á árinum, tá leiðin gongur til Vág.
Dysturin í tølum
Søljan-Stjørnan 15-23 (9-13)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Akselsen 4, Nicoleta Radu 4(1), Heidi Haraldsen 3, Arnleyg Haraldsen 2, Kristina Griksaite 1, Jana Jacobsen 1
Stjørnan: Katarina Stepanov 6(1), Annika Ljósstein 6(1), Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 3, Anna Kristina Samson 2, Joan M. Djordjevic 1
Brotskøst: Søljan 2, Stjørnan 6
Útvísingar: Søljan 5, Stjørnan 1
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.