Manchester United, Tottenham, Chelsea og Liverpool hava øll heimavøll í dag, tá 21. umfar í Premier League verður bríkslað í gongd. Bæði Manchester United og Tottenham kunnu koma ájavnt við oddaliðið, Manchester City, um tey vinna.
Á Old Trafford tekur Manchester United ímóti Bolton, sum hevur havt tað óalmndiliga torført í ár og liggur undir niðurflytingarstrikuni. Fyri viðhaldsfólkini hjá Manchester United, so er hetta fyrsta høvið hjá teimum at síggja Paul Scholes aftur í reyðu troyggjuni. Hann gavst eftir kappingarárið í fjør, men um vikuskiftið var hann aftur millum leikararnar hjá Sir Alex Ferguson til FA Cup dystin móti Manchester City.
Tað er óvist um enski landsliðsmiðverjin, Gary Cahill, verður við Bolton liðnum. Hann hevur í longri tíð verið ávegis til Chelsea, nakað sum Bolton hevur váttað, men samráðingarnar um persónligu viðurskiftini eru ikki komin á mál enn.
Lagið er so gott sum ongantíð fyrr á White Hard Lane í Premier League høpi. Felagið hevur fingið 45 stig fyri tey fyrstu tjúgu umførini og tað er ikki hent síðani kappinging skifti heitið til Premier League í 1992. Tottenham plagar at verða sett í samnband við ein leikara ella tveir, men í løtuni er lítið at skriva um, men tað er helst orsaka av góðu gongdini.
Tottenham tekur á heimavølli móti Wolverhampton, sum hevur boðað frá, at Mick McCarthy situr tryggur í starvinum sum venjari hjá felagnum. Meðan Tottenham liggur á einum deildum triðja plássi, so flytur Wolverhampton bara eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Wolverhampton hevur leigað Emmanuel Frimpong úr Arsenal restina av kappingarárinum.
Chelsea, sum liggur á fjórða plássi, fær vitjan av Sunderland. Síðani Martin ONeill kom til hevur tað gingist væl hjá Sunderland. Seinast liðini hittust í Premeir League á Stamford Brigde vann Sunderland ein óvæntaðan 3-0 sigur.
Ein endurtøka av tí dystinum hevði lagt enn meira trýst á Andre Villas-Boas, sum í løtuni ruddar út í Chelsea hópinum. Nicolas Anelka er seldur til Kina og søgur vilja vera við, Didier Drogba fer saman veg. Eisini miðverjin, Alex, er á veg úr felagnum. Hann er settur í samband við QPR og franska, Paris Saint-Germain.
Liverpool tekur á Anfield móti Stoke City, sum vann fyrra dystin millum feløgini í Premier League. Liverpool hevur í ár havt trupulleikar við at vinna á heimavølli, men í Liverpool vóna tey, at Steven Gerrard kann verða maðurin, ið koppar dystin til fyrimuns fyri heimaliðið. Hann tøkur aftur eftir langtíðar skaða. Hann skrivaði eisini í vikuni undir nýggjan sáttmála við felagið.
Liverpool er millum annað sett í samband við Aston Villa framherjan, Darren Bent, og Wilfred Zaha, sum spælir við Crystal Palace. Tað tykist verða meiri hald í seinnu søguni. Venjarin hjá Liverpool, Kenny Dalglish, hevur hinvegin avsannað, at felagið er sinnað at selja Andy Carroll aftur til Newcastle fyri ein triðing av prísinum, sum hann bleiv keyptur fyri.
Av tí at Manchester City ikki skal spæla fyrr enn mánakvøld, so kunnu Tottenham og Manchester United leggja trýst á við at vinna í dag og harvið koma ájavnt í stigum.
Premier League:
Í dag:
Aston Villa Everton (15:00)
Blackburn Fulham (15:00)
Chelsea Sunderland (15:00)
Liverpool Stoke (15:00)
Manchester United Bolton (15:00)
Tottenham Wolverhampton (15:00)
WBA Norwich (15:00)
Sunnudagin:
Newcastle QPR (13:30)
Swansea Arsenal (16:00)
Mánadagin:
Wigan Manchester City (20:00)
Støðan í Premier League:
1 Man City 48
2 Man Utd 45
3 Tottenham 45
4 Chelsea 37
5 Arsenal 36
6 Liverpool 34
7 Newcastle 33
8 Stoke 29
9 Norwich 25
10 Sunderland 24
11 Everton 24
12 Swansea 23
13 Aston Villa 23
14 Fulham 23
15 West Brom 22
16 Wolves 17
17 QPR 17
18 Bolton 16
19 Wigan 15
20 Blackburn 14