Í kvøld eru UEFA Champions League fjóðringsfinalurnar á skránni. Talan er um tveir dystir sum vera spældir í kvøld, og tveir í morgin. Í kvøld eru tað:
FC Bayern Munchen – Benfica
FC Barcelona – Atletico Madrid.
Bayern Munchen og Benfica hava spælt seks dystir ímóti hvørjum øðrum, og av teimum hava Bayern vunnið fýra dystir. Tveir dystir eru endaðir við javnleiki. Seinast hesi bæði liðini møttust var 5/12-1995 tá vann Bayern 3-1.
Barcelona, ið júst hevur tapt ímóti Real Madrid, skal nú standa seg ímóti Diego Simeone, og restini av Atletico Madrid. Seinast hesi liðini møttust í Champions League var í 2014, tá vann Atletico Madrid 1-0 og komu í semifinaluna, og síðani í finaluna, har teir taptu ímóti Real Madrid.
So lagt er upp til tveir spennandi dystir í kvøld.
Báðir dystirnir vera bríkslaðir í gongd klokkan 19.45 Føroyska tíð.