Máttmikla oddaliðið í Premier League, Manchester City, hevur havt gott kappingarár higartil og hevur ikki tapt síðani 30. oktober, tá Crystal Palace vann 2-0.
Hinvegin er tað kanska heldur ikki óvæntað, at tað gjørdist júst Tottenham, sum steðgaði sigursrøðini hjá City, tí Tottenhan vann eisini fyrsta dystin í kappingarárinum ímóti City tann 15. august.
Felagsstjórin hjá Tottenham, Antonio Conte, hevði skipað liðið í eina 4-5-1 leikskipan, har Harry Kane spældi einsamallur áleypari, men væl stuðlaður av Son Heung-Min og Dejan Kulusevski, sum Tottenham hevur lánt í Juventus. Sterki høgri vongurin er svii við makedonskum foreldrum, og hann hevur eisini umboðað bæði londini á ungdómslandsliðum, men hevur sum vaksin valt at umboða Svøríki.
Svenskarin byrjaði fyri fyrstu ferð inni, og tað tók honum smáar fýra minuttir at skora fyrsta málið fyri nýggja liðið. Kane og Son vóru annars leikararnir, sum veruliga myndaðu skjótálopini hjá Tottenham, og samarbeiðið hjá teimum hevur riggað líka væl sum Frank Lampard og Didier Drogba fyri Chelsea. Kane skoraði tey bæði seinnu málini, har júst Son og áðurnevndi Kulusevski løgdu upp.
Úrslitið í dag hevur við sær, at nýggjur spenningur er skaptur í Premier League, tí Liverpool hevur nú 6 stig upp til Manchester City, men hevur spælt ein dyst færri. Liðini møtast til seinna dystin á Etihad leikvøllinum tann 9. apríl.