Nú trý umfør resta av FM í talvi bendir alt á, at tað skal eydnast favorittinum, IM Helga Dam Ziska, at vinna FM. Eftir sigur við svørtum á veteraninum, Torkili Nielsen, er Helgi eitt stig frammanfyri Torkil og Carl Eli N. Samuelsen, sum vann kvalitet ímóti Finnbirni Vang, ið gavst, tá ið hvíti rókurin var farin at eta finnur.
Torkil Nielsen leyp á, men Helgi Dam Ziska vardi meistarliga, og mótálopið bar við sær, at Torkil gavst.
Olaf Berg vann á Rana Nolsøe, sum tað hevur gingið illa hjá, og Martin Poulsen og Hans K. Simonsen telvaðu remis. Talan var ikki um friðarliga uppgerð. Endaspæl við róki og tveimum finnum í part endaði við, at bara kongarnir vóru eftir á borðinum!
Herluf Hansen vann á Ólavi Simonsen, sum legði kongin, tá ið Herluf var við at fáa nýggja frúgv.
6. umfar
Torkil Nielsen 2058 ? IM Helgi Dam Ziska 2400 0-1
Olaf Berg 2183 ? Rani Nolsøe 2036 1-0
Martin Poulsen 2303 ? Hans K. Simonsen 2178 ½-½
Carl Eli N. Samuelsen 2231 ? Finnbjørn Vang 2081 1-0
Herluf Hansen 2023 ? Ólavur Simonsen 2092 1-0
Støðan
1: IM Helgi Dam Ziska 5,0
2-3: Carl Eli N. Samuelsen og Torkil Nielsen 4,0
4-8: Herluf Hansen, Torkil Nielsen, Ólavur Simonsen, Hans K. Simonsen og Martin Poulsen 3,0
9: Finnbjørn Vang 1,5
10: Rani Nolsøe 0,5
7. umfar
Ólavur Simonsen 2092 - Torkil Nielsen 2058
Finnbjørn Vang 2081 ? Herluf Hansen 2023
Hans K. Simonsen 2178 - Carl Eli N. Samuelsen 2231
Rani Nolsøe 2036 - Martin Poulsen 2303
IM Helgi Dam Ziska 2400 - Olaf Berg 2183