Favoritturin koppaður

Óvæntað megnaði Vassily Ivanchuk at vinna hálvfinaluna ímóti favorittinum og sitandi Fide-heimsmeistaranum Viswanathan Anand

 

Talv


Tey fyrstu trý talvini endaðu jøvn, men í fjórða og seinasta talvinum eydnaðist tað Ivanchuk at vinna við svarta fólkinum. Anand leikti óvanliga passivt og ætlaði helst at knekka Ivanchuk - sum er kendur fyri sínar ringu nervar - í umdysti. Men so varð ikki, tí Ivanchuk hevði henda dagin nervarnar á røttum plássi, og vann eitt gott talv.

Mótstøðumaðurin hjá 32 ára gamla Ivanckuk í finaluni verður landsmaðurin Ruslan Ponomariov. Sostatt ein rein ukrainsk finalan, sum eingin framanundan hevði væntað. Ponomariov er einans 18 ára gamalur og hevur telvað væl sterkari enn hansara 2684 ratingtal sigur. Í hálvfinaluni vann hann heldur óvæntað á russinum Peter Svidler við somuleiðis trimum javnleikum og einum sigri.

Ivanchuk má metast sum lítil favorittur í finaluni við sínum ratingtalið áljóðandi 2731. Finalan verður leikt í Moskva í døgunum 16-26. januar, har átta talv skulu telvast.


Kvinnu-HM

Shu Chen úr Kina vann Kvinnu-HM. Hon vann á russisku Alexandru Kosteniuk eftir umdyst. Flest fólk vónaðu at Kosteniuk fór at vinna meistaraheitið, eftirsum hon bert er 17 ára gomul, men helst hevur hennara útsráling og vakra útsjónd helst eisini spælt stóran lut í valinum um hvørjum ein skuldi halda við. Men útsjónd er ikki nokk í talvi, og kinverjin vann uppiborið finaluna.

Heimsins fremst kvinnuligi telvarin Judit Polgar, hevði ivaleyst vunnið kvinnu-HM, men hon valdi sum væntað at stríðast saman við monnunum. Hon bleiv tó longu í 2. umfari útsligin av Vadim Milov, sum telvaði í 3rd Tórshavn International í fjør.


Unglingar til Stokkholm

Tríggir av okkara fremstu unglingum, Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg, fara um jóltíðir at luttaka í stóru Rilton Cup kappingini í Stokkhom. Teir hava í felag tikið hesa avgerð, og saman við teimum til Svøriki fer næstformaðurin í Talvsambandi Føroya, Martin Berg sum ferðaleiðari.

Rilton Cup, sum er ein opin kapping, er kend víða um og er altíð væl mannað við fleiri stórmeistarum og øðrum sterkum telvarum. Kappingin verður í døgunum 27. desember ? 05. januar.