Kappingarnevndin hjá Hondbóltssamband Føroya hevur nú ásett dagfestingarnar og klokkutíðirnar fyri hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Hálvfinalurnar vera leiktar soleiðis, heima og úti yvir tveir dystir:
Sunnudagur 07.02.21 kl. 15.00 StÍF – H71
Sunnudagur 07.02.21 kl. 18.00 Neistin – Kyndil
Leygardagur 13.02.21 kl. 18.00 H71 – StÍF
Leygardagur 13.02.21 kl. 20.00 Kyndil – Neistin
Í tilfeldi av samlaðum javnleiki aftaná tveir dystir telja mál á útivølli dupult.
FM1 sigur beinleiðis frá hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini.