Bólkafinalan í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum Kyndil og Neistan var í kvøld leikt í høllini á Hálsi.
Kyndil vann dystin 27-20. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 16-10.
Silja G. Eystberg var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen og Hervør Niclasen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum.
Kyndil hevur við fýra stigum fyri tveir dystir vunnið bólkin. Neistin og VB endaðu á trimum stigum hvør fyri tríggjar dystir. Neistin hevur tó málmunin pluss seks, meðan VB hevur málmunin minus átta. Tí endar Neistin á øðrum plássinum. StíF er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Enn mangla Kyndil og StÍF at spæla ein útsettan dyst, ið onga ávirkan fær á endastøðuna í bólkinum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og Neistan:
##med2##












