Tað skuldi ikki koma fram fyrrenn aftaná læknakanningina í morgin. Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge skiftir danska superligaliðið, FC Fredericia út við Strømsgodset í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
KVF bar tíðindini fyrr í dag, og nú byrja eisini norskir miðlar at bera søguna.
Strømsgodset hevur heima í Drammen í Buskerud. Liðið er eisini kent sum SIF ella "Godset".
Heimavøllurin eitur Marienlyst, og hevur pláss til 9.000 áskoðarar. Strømsgodset datt úr bestu norsku deildini farna kappingarár.
Sambært stóra lokala miðlinum, Drammens Tidende hevur Strømsgodset áðrenn ætlaðu tilgongdina við Mattiasi bert 20 ára gamla málverjan, Simo Lampinen-Skaug at gera gott við.
Í morgin verður skiftið hjá Mattiasi til norskan fótbólt endaliga staðfest.
Tað er staðfest, at málverjin, Valdemar Birksø vendir heimaftur til FC Fredericia aftaná eitt miseydnað hálvár í FK Fredrikstad við nærum ongari spælitíð.











