Í kvøld vita russiskir myndugleikar at siga, at eldur er í fleiri oljutangum eftir eitt ukrainskt álop.
Sambært guvernørinum í Belgorod-regiónini, sum Reuters endurgevur, er eingin fólkaskaði.
Fyrr í dag vistu útlendskir miðlar at siga, at seinkingar vóru í tokferðsluni í russisku Voronezj-regiónini.
Guvernørurin í økinum, Aleksandr Gusev, sigur sambært Reuters, at orsøkin til seinkingarnar er eitt ukranskt dronuálop.
- Álopið elvdi til smærri skaðar, men tokferðslan er nú við at verða tikin uppaftur, legði guvernørurin aftrat.
Í nátt læt eitt fólk lív og tvey vórðu særd í russisku Tver-regiónini eftir eitt ukrainskt dronuálop.
Her er tað eisini guvernørurin í økinum, sum hevur lagt hesa fráboðan út á boðtænastuna, Telegram.
Lagt verður aftrat, at tað vóru dronuleivdir, sum raktu ein íbúðarblokk í russisku Tver-regiónini.











