Faxe Kondi: Mark og hinir hjá H71 2 koppaðu Team Klaksvík

H71 og H71 2 hava fyribils lagt Neistan og Team Klaksvík afturum seg í bólki 1

Mark Marcher gjørdist toppskjútti hjá H71 2 við sjey málum, tá H71 2 koppaði Team Klaksvík á útivølli

Mark Marcher gjørdist toppskjútti hjá H71 2 við sjey málum, tá H71 2 koppaði Team Klaksvík á útivølli

Hetta var ein rimmar dagur hjá H71 monnum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. 

 

Fyrsta liðið hjá H71 vann ein góðan 33-27 sigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini. H71 var á odda 17-15 í steðginum.

 

Men teir sum taka yvirskriftirnar í kvøld eru eykaliðið, H71 2 sum hava veruliga staðfest, at teir ætla at spæla fyri sínum møguleika.

 

H71 2 vann 28-24 á Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í steðginum var H71 2 á odda 15-10. Team Klaksvík sum bara hevur ein útidyst móti H71 eftir hevur nú veruliga ryggin móti múrinum.

 

Støðan í bólki 1: 

 

1H711332762
2H71 21282442
3Neistin25359-61
4Team Klaksvík25054-41

 

 

 

Týsdagur 25. jan 2022

kl. 18.15 H71 2 – H71

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 16.00 H71 – Team Klaksvík

kl. 20.00 Neistin – H71 2

 

Team Klaksvík-H71 2 24-28 (10-15)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 7, Valentino Valentakovic 5, Vilhelm Vilhelmsen 3, Jens Pauli Mohr 3, Jan Eli Ragnarsson 2, Beinir Johannesen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Ludvík Súnason 1.

 

Málskjúttar H71 2: Mark Marcher 7, Tórmóður Djurhuus 5, Ragnar Karlsson 4, Hallur Biskopstøð 4, Suni Dalsgaard 4, Bogi Davidsen 2, Sakaris Sakarisson 1, Ári Rúnason 1. 

 

H71-Neistin 33-27 (17-15)

 

Málskjúttar H71: Niklas H. Hanusarson 6, Pauli Mittún 5, Peter Krogh 5, Óli Mittún 4, Janus Dam Djurhuus 3, Djóni G. Joensen 3, Jón Rói Høgnesen 2, Poul Símun í Garði 2, Pætur Thomsen 1, Sakir T. Frýdal 1, Rói E. á Skipagøtu 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Ágúst Óskarson 7, Johannes Bjørgvin 6, Ísak Vedelsbøl 4, Felix Kjartansson 3, Hanus Árason 2, Pauli Høj 2, Tróndur J. Kragesteen 2, Rani Højgaard 1. 

 

 

 

 

 

Mark Marcher gjørdist toppskjútti hjá H71 2 við sjey málum, tá H71 2 koppaði Team Klaksvík á útivølli

Mark Marcher gjørdist toppskjútti hjá H71 2 við sjey málum, tá H71 2 koppaði Team Klaksvík á útivølli