Faxe Kondi: VÍF vann á Stjørnuni í Vestmanna

VÍF og H71 liggja á hálvfinaluplássunum í bólki 2

Savnsmynd: HSF

Ein dystur er í kvøld leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 33-28 á Stjørnuni. Í steðginum var VÍF bert á odda við einum máli 17-16. Tá 37 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 21-21. 12 minuttir seinni var VÍF á odda 28-22, og tað nærmasta Stjørnan kom eftir tað var ein munur upp á trý mál.

 

Fríða Nolsøe Olsen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør. Durita Karlsdóttir Ljósstein var við 11 málum stórskjútti hjá Stjørnuni í kvøld.

 

VÍF og H71 eru fremst í bólkinum við fýra stigum hvør. Stjørnan, EB og Tjaldur hava einki stig.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Vestmanna:

 

##med2##

 

Savnsmynd: HSF