Tað vera kvinnurnar hjá VÍF, ið skulu spæla Faxe Kondi steypafinalu móti Kyndli í høllini við Tjarnir komandi leygardag.
Vestmannakvinnur og neistakvinnur hava bjargað hesari Faxe Kondi vikuni við at geva okkum tær einastu hálvfinalurnar við háspenningi.
Undan seinnu hálvfinaluni í Vestmanna hevði VÍF eina tepra 24-23 leiðslu við sær frá fyrru hálvfinaluni í høllini á Hálsi. Seinna hálvfinalan endaði við javnleiki 25-25, og sostatt einum samlaðum 49-48 sigri til VÍF. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 16-13, og samlað við tveimum málum.
Fríða Nolsøe Olsen javnaði til 25-25 við einum brotskasti, tá 22 sekund vóru eftir av dystinum. Ida Mai Nielsen í VÍF-málinum hevði eina avgerandi stórbjarging beint undan dystarloki, og so kundu fólk í hondbóltsøru bygdini stórfegnast um, at VÍF hevði vunnið seg í finaluna.
Fríða Nolsøe Olsen var við 13 málum stórskjútti hjá VÍF. Toppskjútti hjá Neistanum var Hervør Niclasen við sjey málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá seinnu hálvfinaluni millum VÍF og Neistan:
##med2##












