Skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað góðsið í lastini

Og tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí børn ikki sótu íbundin í bilinum.

Løgreglan arbeiðir við einum máli um ein bilførara, sum er skuldsettur fyri ikki at tryggja lastina nóg væl. Tað snýr seg um ein trailara, sum koyrdi við salti. Tá løgreglan kannaði bilin, kom hon eftir, at lastin ikki var nóg væl tryggjað, og at alt tí ikki var, sum tað skuldi vera.

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun, tá hann hitti fjølmiðlarnar.

Hann sigur, at løgreglan eisini steðgaði øðrum bilum. Í tveimum førum varð staðfest, at børn ikki sótu íbundin. Tað gevur bilføraranum klipp í koyrikortið. Í tí eina førinum var talan um, at fleiri fólk vóru í bilinum, enn tað vóru trygdarbelti, og tað er eisini ólógligt. 

Í einum øðrum føri var eisini ein bilførari, sum ikki hevði tryggjað sær, at børn undir 15 ár sótu í trygdarbelti. Tað fekk hann eisini klipp í koyrikortið fyri.