FC Hoyvík ongul í reyv

1. DEILD: Teir næstbestu hjá NSÍ vóru ikki blíðir, tá ið teir í dag høvdu vitjan av FC Hoyvík. Dreymurin hjá FC Hoyvík er at vinna sær sess í bestu fótbóltsdeildini. Síðani uppflytingina í næstbestu deildina hevur tað tó snúð seg um at halda tørn um tað plássið.

Úrslitini higartil í ár boða frá, at soleiðis verður tað eisini í ár.

Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur FC Hoyvík verið á útivølli, og báðu ferðirnar hevur talan verið um tap: Ímóti TB var talan um 6-2 tap, og í dag tapti FC Hoyvík 3-1 í Runavík.

Superveteranurin Eddie Mikkelsen setti hol á fyri heimaliðið, tá ið eitt korter var farið, og tíggju minuttir undan hvíldini javnaði Sunnleif Midjord fyri FC Hoyvík.

Fýra minuttir eftir steðgin legði Árni Frederiksberg NSÍ framum aftur, og níggju minuttir undan leikloki staðfesti unglingaspælarin Viggo Hansen sigurin.

Hóast Andrias á Líknagøtu á heimaliðnum varð rikin av vølli, tá ið tað restaðu fýra minuttir, so megnaði FC Hoyvík ikki at svara aftur.