Tað var toppliðið, sum var á vitjan hjá liði, ið er í trongum skóm, sum hittust, tá ið Víkingur í kvøld var í høvuðsstaðnum og spældi ímóti FC Hoyvík.
Víkingur vann 4-1, og víkingarnir eru topplið og favorittar at vinna gullkrónurnar í næstbestu deildini. Tað er vorðið sum ár hjá víkingunum, sum eisini í bestu deildini eru favorittar at vinna gull.
Úrslitið í kvøld var 4-1 til Víking, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Fríði Gertsson Jarnskor sjey minuttir undan steðginum. Hetta var fimta málið hjá 16 ára gamla Fríða Gertsson Jarnskor í næstbestu deildini í ár.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað Rani Hansen, sum økti um munin til 2-0. Tað var eftir deyðbólt frá Óla Kristian Skála Jacobsen. Hetta var 14. málið hjá Rana Hansen, sum er toppskjútti í næstbestu deildini.
Tá ið ein tími var farin, minkaði Magnus Nygaard Melstrup um munin til 2-1. Hetta var fyrsta málið hjá honum, síðani hann í summar flutti úr Danmark og til FC Hoyvík.
So var tað spennandi í eina løtu, men so svaraði Víkingur afrur, tá ið Bjørn Bakk Bjarkhamar skoraði í bæði 83. og 84. minutti. Hetta var triðja ujmfari á rað, at hann var málskjútti, og Bjarn Bakk Bjarkhamar hevur nú skorað seks mál í næstbestu deildini í ár.
Meðan Víkingur hevur kós ímóti gullinum, so sær tað út til, at FC Hoyvík hevur kós ímóti niðurflyting. FC Hoyvík hevur 18 stig, og nú tað resta trý umfør eru tað níggju stig og verri málmunur fram til KÍ, sum er á áttanda plássi.
Hósdagin fær Víkingur vitjan av AB, og leygardagin fær FC Hoyvik vitjan av FC Suðuroy.
Víkingur | 24 | 13 | 6 | 5 | 59 | 29 | 45 |
FC Suðuroy | 23 | 10 | 10 | 3 | 46 | 29 | 40 |
B36 | 23 | 11 | 7 | 5 | 45 | 30 | 40 |
B71 | 24 | 10 | 8 | 6 | 35 | 27 | 38 |
AB | 24 | 9 | 9 | 6 | 43 | 26 | 36 |
TB | 24 | 8 | 12 | 4 | 33 | 22 | 36 |
NSÍ | 24 | 7 | 7 | 10 | 33 | 42 | 28 |
KÍ | 24 | 8 | 3 | 13 | 27 | 45 | 27 |
FC Hoyvík | 24 | 4 | 6 | 14 | 19 | 48 | 18 |
HB | 24 | 2 | 6 | 16 | 24 | 66 | 12 |