FC Hoyvík vann fyri fjórðu ferð á rað

1. DEILD: Bara eitt mál er farið ígjøgnum hjá FC Hoyvík í ein mánaða

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið FC Hoyvík tíðliga seinnapartin hevði vitjan av grannunum í B36.

 

Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Rói Jacobsen setti hol á beinanvegin, og liðformaðurin Fróði P.  Rasmussen økti lítla løtu undan steðginum um munin til 2-0. Hetta var 9. málið hjá Róa Jacobsen í 1. deild í ár, og hetta var 6. ferðin, at Fróði P. Rasmussen var málskjútti í 1. deild í ár.

 

Eitt skifti í summar var FC Hoyvík ikki so langt frá vandanum at flyta niður. Nú er heilt vent í holini. FC Hoyvík hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar, og samlaða úrtøkan er undan 27. og síðsta umfari 37 stig, og á støðutalvuni er FC Hoyvík nummar seks.

 

Fríggjadagin fær FC Hoyvík í 27. umfari vitjan av B71.

 

Tapið í dag ber við sær, at næstbesta liðið hjá B36 er og verður á sjeynda plássi. Fríggjadagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi.