FC Nordsjælland hevur yngstu manningina í Evropa

Við einum miðalaldri uppá 21,56 ár er FC Nordsjælland yngsta liðið í øllum teimum bestu deildunum í Evropa

FC Nordsjælland sum liggur sum nummar níggju í bestu donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum fyri 20 dystir er yngsti liðið í Evropa. 

 

Granskingarfyritøkan, CIES Football Observatory hevur nærkannað bestu fótbóltsdeildirnar í Evropa, og tey hava roknað seg fram til, at FC Nordsjælland er tað liðið, ið hevur lægsta miðalaldurin í Evropa.

 

FC Nordsjælland hevur ein miðalaldur í hesum árinum, ið ljóðar uppá 21,56 ár. Kroatiska liðið, Rudes hevur næstlægsta miðalaldurin, ið er 22,46 ár. Niðurlendska liðið, Groningen er nummar trý við 22,78 árum.

 

Turkiska Besiktas er liðið sum hevur hægsta miðalaldurin. Miðalaldurin hjá Besiktas er 30,61 ár. Turkiska liðið, Basakehir hevur næsthægsta miðalaldurin, ið er 30,38 ár.

 

Miðalaldurin hjá donsku superliguliðunum hetta kappingarárið er hesin:

 

SønderjyskE: 28,22 ár
Hobro: 27,38 ár
FC København: 27,05 ár
AC Horsens: 27,01 ár
FC Midtjylland: 26,65 ár
AGF: 26,45 ár
Brøndby: 26,44 ár

OB: 26,39 ár
Randers: 26,15 ár
Esbjerg: 25,40 ár
AaB: 25,24 ár
Vejle: 24,85 ár
Vendsyssel: 24,52 ár
FC Nordsjælland: 21,56 ár

Kelda: CIES Football Observatory 20.12.2018