1. deild menn: Toppliðið megnaði at svara aftur, hóast væl mannaða HB var á odda. Avbjóðingin var størri, enn støðutalvan legði upp til.
FC Suðuroy, sum er topplið, vitjaði seinnapartin í Gundadali næstbesta liðið hjá HB, sum er tætt at niðurflytingarstrikuni.
Á HB liðnum vóru fleiri, sum hava verið við til at manna besta liðið. Ein teirra, Kristin R. Mouritsen, legði eftir 10 minuttir heimaliðið framum, men ein av royndu suðuroyingunum, Poul N. Poulsen javnaði átta minuttir seinni, og so skoraðu tveir av teimum, sum eru ovast á máltindinum í 1. deild: David Asare, sum er toppskjútti við 11 málum, skoraði undan steðginum til 2-1, og John Poulsen, sum er næstovast við 9 málum, umsetti tíggju minuttir eftir steðgin brotsspark til mál.