FCK Cheerleaders til Føroya

Um vikuskiftið koma eggjarar hjá fótbóltsfelagnum FC Keypmannahavn til Føroya á vitjan. Kvinnurnar fara at dansa á Platform fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og sunnudagin fara tær til hondbólt í Klaksvík

Uttanlands er tað vanligt, at ítróttarfeløg hava bólkar av kvinnum, sum royna at fáa lív í áskoðararnar við dansi.
Cheerleaders eru ikki bara kendar í USA, men eisini alla aðrastaðni. Eisini í Føroyum hava onkur ítróttarfeløg havt kvinnur at undirhalda.
Hetta vikuskiftið koma nakrir av teimum bestu umtóktu dansarunum av hesum slagi í Danmark til Føroya á vitjan.
Tað er eru tær, sum ganga undir navinum FCK Cheerleaders, og tær plaga at fáa lív í áskoðararnar hjá Toda og teimum.

Havn og Klaksvík
FCK Cheerleaders fara at dansa á Platform í Havn fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Fríggjakvøldið verður karoke-kapping millum 1. deildarspælarar hjá HB og B36, og tá fara eggjararnir úr Keypmannahavn at seta lív. Tað er James Olsen, sum fer at standa fyri kappingini, og Tummas Gudmundssen verður dj.
Leygarkvøldið fer Heðin Arge at venda plátum, og tá fara CK Cheerleaders aftur at hava framførslur.
Sunnudagin fara FCK-kvinnurnar til Klaksvíkar, har tær fara at dansa í hálvleikinum av hondbóltsdystinum millum Stjørnuna og VÍF.