Við 2-2 javnleiki á útivølli móti finska MyPa vissaði danska FCK sær, at tað verða teir, sum í seinastu undankappingardystunu skulu dystat við Ajax um pláss í bólkaspælinum í Champions League. Dysturin í Parkini endaði við 2-0 sigri til FCK, og tá Fredrik Berglund eftir 12 minuttunum stútaði bóltin í finska málið, var mest sum greitt, hvør skuldi víðari. Finnar javnaður til 1-1, men við beinleiðis frísparki skoraði FCK aftur til 2-1, og so bilti tað minni, at mótstøðuliðið enn einaferð javnaði.