FCK og OB oddalið

Dysturin nummar 200 hjá Toda í Superliguni, gjørdist sera tættur, har FCK beint fyri leiklok fekk vinnandi málið

Eftir at trý umfør eru spæld av donsku superliguni, eru tað tvey feløg, ið hava lagt seg á odda við sjey stigum. OB og FCK vunnu bæði sínar dystir í vikuskiftinum, og eru nú einsamøll oddalið.

Við bit og slit
FCK var á heimavølli ímóti Farum sunnudagin, og vunnu við bit og slit 2-1. Farum var á odda líka til í 87. minutti, men tá bragdaði hjá høvuðsstaðarliðnum.

Uppflytarnir úr Farum fóru óimponeraðir inní dystin, og dýktu á. Farum var betra liðið í fyrra hálvleiki, og í góðveðrinum, spældu teir seg fram til fleiri málmøguleikar. Gestirnir fingu eisini einasta málið í fyrra hálvleiki, og var tað David Rasmussen, sum í 35. minutti fekk bóltin framvið Rune Pedersen í FCK-málinum.

Fyrsti málverji í FCK, sviin Magnus Kihlsted, er skaddur, og tí var Rune Pedersen í málinum hjá FCK í Parkini sunnudagin. FCK-venjarin, Hans Backe, hevði framt seks aðrar broytingar frá liðnum, sum vann á Køge seinasta vikuskiftið.

Umframt Toda Jónsson, so sótu so kend nøvn sum Peter Møller og Peter Nielsen eisini á bonkinum sunnudagin. Hans Backe hevði valt at seta nýggja svian Jørgin Pettersson við liðina av Zuma í FCK-álopinum, og tí var hvørki pláss fyri Peter Møller ella Toda í FCK-álopinum

Zuma og Pettersen fingu tó ikki stórvegis burturúr, og tíðliga í seinna hálvleiki, loysti Todi Jørgen Pettersson av. Tað kom tó ikki rættilig vend í dystin fyrr enn veteranunrin Peter Nielsen kom á vøllin tjúgu minuttir fyri tíð. Hóast FCK hevði havt nakrar royndir á Farum málið, so vóru tað gestirnir, sum høvdu yvirtakið á dystinum, men hetta broyttist við innskiftingini av Peter Nielsen.

Stutt eftir hann var innkomin, hevði Peter Nielsen skot á stongina, og tá tyktist sum um, at heimaliðið byrjaði at trúgva meir uppá at tað. Álopini skolaðu oman á Farum málið, og áskoðarnir bíðaðu bara eftir málunum- og tey komu eisini.

Fyrst var tað Thomas Røll, sum leikti á vinstra bakki sunnudagin, sum fekk skalla bóltin í netið, og beint fyri leiklok, var tað aftur Peter Møller, ið tryggjaði FCK øll trý stigin.

Málið hjá Peter Møller var ein sonn perla, hann heilfluktaði úr
25-metrum uppí hornið, og FCK-áskoðararnir vóru á gosi. Todi var við í málinum, tí bólturin endaði hjá Peter Møller, eftir føroyingurin og Zuma høvdu skallað sína millum nakrar ferðir.

Dysturin ímóti Farum var dystur nummar 200 hjá Toda í superliguni, har hann bæði hevur umboðað Lyngby og FCK. Tað var ikki tað stóra um Toda sunnudagin, hann hevði onkrar hálvar málmøguleikar, men einki sum skuldi givið mál.

FCK hevur við sigrinum á Farum fingið góða byrjan uppá kappingarárið, og felagið hevur nú ikki tapt í Parkini í yvir eitt ár. Komandi hósdag skulu Todi og liðfelagirnir leika í UEFA Cup- kappingini ímóti georgiska liðnum Lokomotiv Tbilsi í Parkini.

OB væl við
OB hevur eins FCK fingið góða byrjan uppá kappingarárið. Teir vóru sunnudagin í Gladsaxe, og vunnu sannførandi 4-0 á AB, sum í síðstu óvænta vann á meistaraliðnum Brøndby. Stóri maðurin í Gladsaxe var Søren Berg, ið skeyt trý av málinum hjá gestinum.

OB hevur nú sjey stig fyri tríggjar dystir, og liðið úr Odense hevur ikki fingið so góðan byrjan uppá eitt kappingarár síðan 1993.

Onki stendur til hjá Brøndby í heimligu kappingini. Leygardagin vóru teir í Aalborg, og vóru sendir heimaftur við einum 3-1 tapi. Michael Laudrup og hansara menn hava nú tapt tveir dystir upp í slag. Um tað er Champions League dystirnir, ið ávirka avrikini í superliguni, skal vera ósagt, men lítið er at ivast í, at meistaraliðið hevur skuffað higartil.

Mikudagin skal Brøndby aftur í eldin, hesaferð ímóti Rosenberg í fyrsta dystinum um ein sess í bólkaspælinum í Champions League.

Undan umfarinum um vikuskiftið hava fólk úr Århus, havt nógv at fegnast um, tí AGF hevur staðið seg væl teimum báðum fyrstu dystinum. Undir leiðslu av fyrrverandi Lyngby- venjarinum, Poul Hansen, hevði AGF skava fýra stig undir seg. Sunnudagin var AGF á vitjan í Silkeborg, og mátti leggja rygg til eitt 1-0 tap, og harvið er liðið úr Århus ikki longur ósigrað.

Í einum ikki serliga vælleiktum dysti, eydnaðist tað FC Midjylland at fáa javnleik 1-1 ímóti Viborg á útivølli. Søren Frederiksen og Lasse Sall skutu ávikavist málini hjá Viborg og FC Midtjylland.

Uppflytarnir úr Køge vóru á vitjan í Esbjerg. Køge, sum vóru tætt við at fáa stig úr dystinum ímóti FCK seinasta vikuskiftið, vann málríkan dyst 4-3. Hetta var fyrstu ferð í 47 ár, at Køge vann á Esbjerg. Málið til 4-3 kom stutt fyri leiklok.