Fyri einari góðari viku síðani vóru teir saman í ferðalagi, tá landsliðið var í Litava og í Skotlandi. Tað eru Jákup Mikkelsen og Toda Jónsson, sum vit tosa um. Síðani hevur FCK vunnið 5-1 móti Lyngby, meðan Herfølge hevur tapt 5-1 í Brøndby, og meðan Jákup Mikkelsen í hesi vikuni hevur vant heima í Herfølge, so hava Todi Jónsson og FCK verið í London og spælt í Europa Cup.
Chelsea varð mett sum stórur favorittur á Stamford Bridge hóskvøldið. Heimsstjørnurnar trýstu nógv, teir høvdu eina røð av uppløgdum møguleikum, og teir raktu fleiri ferðir í stólparnar, men alíkavæl megnaðu teir bara 1-1 javnleik, og í síðsta enda vóru teir hepnir at javna, tí tá var vanliga leiktíðin væl og virðiliga liðug.
Venjarin hjá FCK hevði valt at hava Toda Jónsson á beinkinum til 76 minuttir vóru farnir. Síðsta korterið og fýra minuttir í yvirtíðini var Todi á vøllinum (loysti Thomas Thorninger av, meðan David Nielsen ? hann misnýtti tveir stórar møguleikar ? alla tíðina var fremsti maður), og harvið var Todi Jónsson við í størsta dystinum nakar føroyingur nakrantíð hevur tikið lut í fyri sítt felag.
80 minuttir vóru farnir, tá FCK kom á odda. Todi Jónsson kroysti franska heimsmeistaran Desailly, sum spældi í verjuni hjá Chelsea, at senda inn fyri sítt egna mál, har liðformaðurin hjá heimaliðnum, Dennis Wise, var óneyvur við temjingini. Bólturin stakk til Bjarne Goldbæk, sum smekkaði til, og so var mál.
Í yvirtíðini javnaði Dessailly til 1-1, tá hann umvegis stólpan sendi í netið aftanfyri Michael Steensgaard, fyrrverandi eykamálverjan hjá Liverpool, sum nú verjir málið hjá FCK, men ætlar sær aftur til Onglands. Hann gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum og var avgjørt besti maður hjá FCK.
Chelsea, sum vann Europa Cup fyri steypavinnarar í fjør, og sum ikki hevur tapt teir síðstu 24 europeisku dystirnar á heimavølli, ætlar sær at vera fyrsta felagið, sum megnar at vinna hesa kappingina tvey ár upp í slag. Fara teir tað, so verða teir einasta felag nakrantíð, sum fer at megna hetta, tí kappingin verður avtikin, tá hetta kappingarárið er liðugt.
Tað kann vera, at teir um fjúrtan dagar fara at vinna í Parkini, men um tað endar 0-0, so verður tað FCK, sum verður í hattinum, tá lutakastið verður. Bæði í eingilskum og donskum fjølmiðlum verða teir í FCK róstir fyri eitt frágera gott taktiskt avrik, har teir spældu 4-5-1.
Andlit til andlit
Tað er stórur munur á hjá FCK at spæla á Stamford Bridge og so at spæla í Herfølge. Men í morgin skulu Todi og teir til Herfølge at spæla móti Jákupi Mikkelsen og hansara monnum, og tað kann fara at vísa seg at gerast ein torfør uppgáva.
Liðini møttust 9. august í Parkini, og tá vann Herfølge 3-0, og Jákup Mikkelsen var dagsins hetja. Hann skoraði til 1-0 upp á brotsspark, og bjargaði brotssparki frá Peter Nielsen.
Tað hevur ikki gingið so væl hjá Herfølge í síðstuni, men teir eru framvegis á triðja plássi, og hóast teir taptu 5-1 í Brøndby, so var Jákup Mikkelsen, sum framvegis kennir eitt sindur til skaðan, hann fekk í Skotlandi, sagdur at vera millum teir frægastu.
Í TV3 fer í morgin at bera til at fylgja við í stríðnum millum teir báðar landsliðsfelagarnar úr Klaksvík.