Tað hevur ljóðað leingi, at sviin Roland Nilsson skuldi loysa norðmannin Ståle Solbakken av sum venjari í FC København, og nú er tað váttað. Í dag skrivar felagið á heimasíðu síni, at tað hevur skrivað undir sáttmála við Roland Nilsson, sum verður venjari til á sumri í 2014.
Roland Nilsson, sum er venjari í Malmø FF, verður tann 11. venjarin hjá FC København. Hann byrjar í starvinum tann 1. juli.
Tann 47 ára gamli Roland Nilsson hevur drúgvar royndir í fótbólti. Hann hevur spælt 116 A-landsdystir fyri Svøríki, hevur hevur vunnið UEFA Cup-kappingina, svenska meistaraheitið bæði sum spælari og venjari, og í fjør varð hann kosin ársins venjari í Svøríki.