Ein donsk kanning vísir, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-bollum, eru í tvær ferðir so stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í bein og lungu samanborið við tær kvinnurnar, ið taka eldru sløgini av p-pillarum. P-pillarar verða flokkaðir í generatiónir, soleiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og 2. generatión, meðan tey nýggjaru sløgini hoyra til 3. og 4. generatión. Tað er innihaldið av hormonum, ið avger, hvørja generatión tey ymisku merkini hoyra til.
Apoteksverk Føroya hevur gjørt eitt yvirlit yvir søluna av p-pillarum í 2011, og sambært uppgerðini eru tað serliga nýggjaru merkini av p-pillarum, sum føroysku læknarnir útskriva til brúkararnar.
- Helst er tað so, at læknarnir útskriva tað merkið, teir kenna best og hava royndir við. Kanska gera teir tað av vana, sigur Jaspur Petersen, ið er formaður í Føroya Kommunulæknafelag.
Hóast danska kanningin vísir øktan vanda fyri blóðtøppi við teimum nýggju p-pillarunum, heldur formaðurin í Kommunulæknafelagnum ikki, at tær kvinnurnar, ið taka p-pillarar av einum nýggjum merki, skulu kenna seg ótryggar.
- Fyri tær kvinnurnar, sum taka 3. og 4. generatións p-pillarar og hava tað gott við hesum, er lítið sannlíkt, at hesar kvinnurnar liva í so øktum vanda fyri blótøppi, at tær skulu skifta til eitt eldri merki, sigur Jaspur Petersen, sum tó vísir á, at tað eru hjáárin við flest øllum heilivági.
Hava nústaðni fingið meira vitan
Sambært kanningini hjá danska yvirlæknanum er tó eingin ivi um, at nýggjastu p-pillararnir eru vandamiklari enn teir eldru. Tær kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, eru í tríggja ferðir so stórum vanda fyri at fáa ein blóðtøpp samanborið við tær kvinnurnar, sum ikki brúka p-pillarar. Hjá teimum kvinnunum, ið brúka tey nýggjastu merkini av p-pillarum, er vandin øktur seks ferðir. Munurin á teimum nýggju og eldri sløgunum á p-pillarum er, at millum tær kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, fær umleið ein út av 1000 ein blóðtøpp. Og millum kvinnurnar, sum brúka p-pillarar frá 3. og 4. generatión, er talan um eina út av 500. Hetta talið er lægri, um kvinnurnar eru undir 30 ára gamlar, hægri tá kvinnurnar eru yvir 35 ár.
At føroyskar kvinnur, eins og tær donsku, fáa nýggjaru sløgini av p-pillarum fram um tey eldru sløgini kemst av, at mann ikki fyrr enn nú hevur fingið vitan um vandan við teimum nýggjaru merkjunum.
- Hvussu tey nýggjaru merkini av p-pillarum í roynd og veru eru, vísir seg altíð seinni, tá stórar kanningar hava verið gjørdar um hjáárin aftan á nýtslu í fleiri ár, sigur Jaspur Petersen.
Hann væntar, at í framtíðini fara kvinnur, sum fara at nýta p-pillarar, helst at fáa útskrivað p-pillarar frá 2. generatión, inntil kanningar um p-pillarar koma við nýggjari vitan.
***
Væl løntir semingsmenn
Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen komu væl frá uppgávuni sum semingsmenn millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Maskinmeistarafelagið hinumegin. Semingin byrjaði ein fríggjadag klokkan 16, og longu leygarkvøldið skrivaðu partarnir undir. Men sjálvt ein skjót semja kostar. Rokningin frá semingsmonnunum bleiv 192.000 krónur at býta í helvt millum partarnar í samráðingunum.
Vildi ikki tosa danskt
Eitt lítið málsligt stríð var í rættinum, tá ið Hans Trygvi Teirin, verji, skuldi sannføra rættin um, at hansara klientur, sum var føroyingur, átti at fáa lina revsing. Bæði verjin og dómarin skiltu føroyskt, og tí tosaði Hans Trygvi føroyskt. Men ein annar ákærdur í málinum skilti ikki føroyskt, og tí bað dómarin verjan um at tosa danskt.Dómarin segði samstundis, at hann ikki kundi áleggja honum at tosa danskt, tí føroyskt og danskt eru javnt stillað mál í rættinum. Hans Trúgvi Teirin helt fast við sítt.
- Tað liggur mær nærri at tosa føroyskt, tí tá kann eg siga, líka sum eg hugsi, segði hann.
Trupulleikin varð loystur á tann hátt, at verjin hjá dananum so hvørt umsetti fyri manninum.
Privat gera djúphavn
Fyri at fáa eina skjóta loysn í sambandi við stóra uppsjóvarvirkinum, sum verður bygt á Tvøroyri, hevur eitt privat felag átikið sær at gera djúphavn fyri nógvar milliónir. Undir vanligum umstøðum er hetta ein uppgáva, sum kommunur vanliga taka sær av. Men tað verður tað ikki í hesum føri. Í hesum føri verður tað privata felagið. N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum fer at byggja havnarlagið á Tvøroyri út.
Nei til influttan seyð
Av ótta fyri fremmandum sjúkum loyvir Landsdjóralæknin ikki nøkrum at innflyta seyð, neyt, geitir og lamur. Ein nýggj seyðasótt varð staðfest í Hollandi og Belgia. Um Landsdjóralæknin heldur fast við sína støðu, skuldi eingin vandi verið fyri, at sóttin kemur til Føroya.
- Sum meginregla er sambært ES-reglum loyvt at innflyta sey og onnur kríatúr, men tað ber til at nokta tí, um vandi kann vera fyri sjúkum. Og vit hava valt at nokta innflutningi av hesum kríatúrum. Nakrar umsóknir komu, vit sýttu og hava síðan einki hoyrt aftur, sigur Birna Mørkøre.
***
- Bert upp til 30% av orsøkini til angist hjá børnum kemst av arvi. Hetta merkir, at umhvørvið spælir ein sera stóran leiklut. Børn, ið hava yvir-verjandi, stýrandi ella atfinningarsom foreldur, hava størri sannlíkindi fyri at fáa trupulleikan.
Anna Elisabeth Iversen, sálarfrøðingur
- Eg havi altíð verið hugtikin av tatoveringum. Nú er tað vorðið ein partur av mínum lívsstíli. Tá tú fært tína fyrstu tatovering, so steðgar tú ikki aftur, og eg havi heldur ongar ætlanir um at steðga.
Sveinur Gaard Olsen, X-Factor sangari