Kampurin bleiv avgjørdur orsakað av betri nervunum hjá Djokovic. Hann vann 4 av sínum 11 breakbóltum, og á tann hátt fekk hann leiðsluna 5-1 í næsta setti, tá tað byrjaði at síggja út sum útspæling av heimsins besta (sambært styrkislistanum). Tað eydnaðist tó Federer at spæla seg inn aftur í dystin, men schweizarin dugdi bert at útnytta tveir av sínum 11 møguleikum at bróta servuna hjá serbanum, umframt at hansara tveir settbóltar í triðja setti eisini vóru misnýttir.
Eftir hetta kundi Djokovic taka sigurin í tiebreakarunum. Hann møtir Jo-Wilfried Tsonga í finaluni, sum í hinari finaluni basti Rafael Nadal.