Fyri løtu síðani fekk Tróndur Arge orðið á tvímálsskjúttan hjá B36. Róaldur Jacobsen gjørdist stóra hetjan hjá B36 við tveimum málum í dag.
Róaldur er fegin um bæði málini, og góðu byrjanina við tveimum sigrum í tveimum dystum, men hann minnir á, at B36 hevur mangan byrjað væl fyrr, og tí hevur hann varnar vónir fyri fyrst.
Høvuðsvenjarin hjá AB heldur, at talan var um ein uppibornan B36-sigur, men AB skuldi gjørt meir fyri at forða Róaldi at skora bæði málini í 2-1 sigrinum hjá B36 á AB.
Við at TRÝSTA á PÍLIN uppiyvir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Bill McLeod Jacobsen og Róaldur Jacobsen søgdu við Trónd Arge, sum segði frá dystinum á Rás2. Fremst ber til at hoyra frásagnina av málunum í dystinum, sum Tróndur Arge segði frá. Skaddi AB-spælarin, Morten Overgaard var viðmerkjari.