Fegin um bussleiðina

Frá í dag verður nýggja bussleiðin í Klaksvík royndarkoyrd, og tá skúlarnir byrja aftur mánadagin, verður bussleiðin alment tikin í nýtslu.

Frá í dag verður nýggja bussleiðin í Klaksvík royndarkoyrd, og tá skúlarnir byrja aftur mánadagin, verður bussleiðin alment tikin í nýtslu.

– Vit hava tveir góðar bussar á bussleiðini og ikki færri enn 34 busssteðgipláss, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvík, sum eigur uppskotið til bussleið.

Eins og í Havn verður bussleiðin í Klaksvík ókeypis fyri brúkararnar, og tað heldur hann vera neyðugt, so fólk skulu kunna spara nakað og hava lættari við at brúka bussarnar.

Hoyr samrøðu við Steinbjørn O. Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.