Fegnast um nýggju siglingina

­ Eg havi ikki tosað við so øgiliga nógv. Men tey, eg havi tosað við, eru ógvuliga fegin.

 

­ Eg havi ikki tosað við so øgiliga nógv. Men tey, eg havi tosað við, eru ógvuliga fegin.

Umboðsmaður okkara í Aberdeen, Sofus Poulsen, sigur, at tíðindini um, at Norrøna aftur fer at sigla til Hetlands, eru væl fagnað í Bretlandi.

Hann sigur, at enn eru tíðindini ikki komin runt, tí tað var í fyrradagin, at hann sendi út tíðindaskriv um nýggju rutuna hjá Smyril Line.

­ So enn hava fólk ikki havt stundir at sodna hesi tíðindini. Men tey, eg havi hitt, fegnast øll um, at ferðafólkaflutningurin ímillum Føroyar og Bretland nú verður tikin uppaftur.

Hann sigur, at sjóvegis sambandið ímillum Føroyar og Hetland er ikki nakað nýtt.

Norrøna sigldi hesa leið í átta ár, so hetta er ikki ókent hjá bretum.

Hann viðgongur, at beinleiðis samband heilt inn á fastlandið hevði verið tað besta.

­ Men hetta er eisini gott, tí tí úir Lerwick slepst væl inn til Aberdeen.

Bátur siglir hvønn dag klokkan seks um kvøldið og ferðin 14 tímar, tvs at skipið er í Aberdeen klokkan 8 um morgunin.

Hinvegin siglur eisini bátur úr Aberdeen til Hetlands hvørt kvøld klokkan seks og er sostatt eisini í Lerwick klokkan átta á morgni.

Skipini eru góð. Annað minnir um Norrønu og hitt er ein gamal kenningur í Føroyum: Tað er nevniliga gamla, danska ferjan, Lasse 2, sum fekk klovning í føroysku tjóðina í 1980 og førdi til samgonguslit og nýval sama árið.

Tey, sum vilja skjótt fram kunnu eisini flúgva, tað tekur styttri enn ein tíma.

Sofus Poulsen sigur, at á veg til Bretlands er neyðugt at gista eina nátt í lerwick.

Men møguleikarnir eru góðir. Har eru tvey, stór hotell, nøkur minni hotell og so Bed & Breakfast.

­ Við hesi rutuni fæst ein heilur dagur í Hetlandi og tað er væl heldur ikki so galið, tí har er mangt forvitnisligt at síggja, heldur Sofus Poulsen.

Hann sigur, at prísurin er sámuligur, báði at gista í Hetlandi og at sigla til Aberdeen, og hóast bilurin kostar lutfalsliga nógv, er tað ?yvirkomuligt³, heldur hann.

Á veg til Føroyar er ikki neyðugt at gista í Lerwick.

Sofus Poulsen sigur, at bretar eru ikki bara fegnir um at fáa føroyingar tann vgin.

Teir eru eisini fegnir um at hava fingið eitt sjóvegis samband við Føroyar.

Tað var eitt stórt vónbrot hjá teimum flestu, táið Smyril gavst, men hetta bøtir so nakað um støðuna, hóast tað ikki er fult so gott sum beinleiðis samband heilt inn á fastlandið, sigur Sofus Poulsen.