– Nei, eg havi ongar pengar fingið. Har eru pengar fluttir millum feløg, men eg havi ongar pengar tikið úr Føroya Bjór.
Soleiðis sigur Einar Waag, tá vit spyrja hann um viðmerkingar um roknskapin hjá Føroya Bjór, sum vit skrivaðu um her á in.fo í vikunu. Har sást, at Føroya Bjór hevði besta úrslitið í 13 ár, og at felagið hevði goldið eigaranum 22 milliónir krónur í vinningsbýti.
Hetta hevur Einar Waag, stjóri og eigari, fingið nógvar glósur fyri seinastu dagarnar, sigur hann. Tí fólk halda, at tað er hann persónliga, sum hevur fingið 22 milliónir krónur. Men so er ikki.
Ognarviðurskiftini í Føroya Bjór eru soleiðis, at tað er eitt felag, Sp/f 19.12.2008, sum eigur allan partapeningin í P/F Føroya Bjór og í Sp/F 1.6.1996, sum eigur bygningin hjá Essaba í Havn, har Café Nátúr hevur hildið til í nógv, og sum nú kallast Essabarr.
Einar Waag eigur einsamallur allan partapeningin í Sp/f 19.12.2008, og soleiðis eigur hann eisini Føroya Bjór, men tá vinningsbýti verður goldið úr P/F Føroya Bjór, so er tað ikki til Einar Waag persónliga, men til móðurfelagið Sp/f 19.12.2008, sum ikki hevur goldið vinningsbýti til eigaran, Einar Waag. Í øllum førum ikki seinastu tíggju árini, sum vit síggja í roknskaparskipanini hjá vinnuvitan.biz.
Annars letur Einar Waag væl at árinum í fjør.
– Jú tað hevur gingið hampuliga væl, men tað verður ikki sama úrslit í ár, vísir hann á.
Tilsipingin er til koronukreppuna, sum verður felagnum dýr.
– Vit hava mist eini 20 prosent av umsetninginum í koronutíðini. Øll skeinkistøð og allar matstovur hava verið partvíst stongd og hava partvíst koyrt við skerdari orku.
Hann sigur, at fyrstu vikurnar vaks sølan av privatu søluni, tí fólk vildu leggja undir seg. Bæði øl og brennivín. Men tað javnaði seg skjótt aftur.
– Vit høvdu góðar vónir fyri árið, men tað hava vit ikki nú, sigur hann.
Spurdur um tey vænta beinleiðis undirskot, so er hann tó ikki so svartskygdur.
– Av fimm milliónum í vinningi, so er ikki so nógv at taka av, tí útreiðslur eru alla tíðina, og íløgur skulu gerast.
Einar Waag vísir á, at ein orsøk til, at tað er so tungt at reka bryggjarívirksemi eru høgu framleiðslugjøldini sum eru í Føroyum.
– Í ES fáa smærri bryggjarí fyrimuni í ølskatti. Hetta byrjaði í Bayern, har tey altíð hava stuðlað tí lokala, tí tað gevur so nógv aftur til lokalsamfelagið. Flestu lond í ES geva smáu bryggjaríunum nokso stórar fyrimunir við lægri framleiðslugjøldum, sigur hann.
– Vit hava nevnt hetta fyri skiftandi fíggjarmálaráðharrum, men ikki ein gong Tjóveldi vildi fara undir tað, vísir Einar Waag á og sigur speiskliga:
– Eg veit ikki, um tey ræðast danir.
Men einki hjálpir, tí í Føroyum er ikki politiskur vilji til at stuðla bryggjaríum á hendan hátt.