"Feiti" miðlamaðurin svarar van Gaal aftur

Neil Custis sigur, at hann sær sínar feilir, og heldur tað er synd, at onnur ikki vísa somu dygdir

Fótbóltsmiðlamaðurin hjá enska blaðnum "The Sun", Neil Custis er vorðin meiri kendur enn hann brýggjar seg um. Tað er hann tí høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal nevndi hann "feitan", tí niðurlendingurin var ikki samdur við metingunum Neil Custis hevur um framherjan Wayne Rooney.

 

Neil Custis viðgongur í "The Sun", at hann er ov tjúkkur, men hann hevur eina forkláring uppá sína støðu: - Eg fekk knæið skurðviðgjørt fyri fýra mánaðum síðani. Tað hevur forðað mær í at renna, og at venja, og tí havi eg tikið 12 kg uppá, forklárar Neil Custis. Hann slær tó fast, at komandi vár ætlar hann at viga væl minni aftur.

 

Men Neil Custis kann ikki bara sær at koma við einari lítlari breiðsíðu til Louis van Gaal: - Í minsta lagi dugi eg at viðganga mínar feilir, tað eru ikki øll, sum hava tær dygdirnar, sigur Neil Custis í samrøðuni við "The Sun".