Fekk bót fyri vitjan á matstovu í Nuuk

Ein kvinna í Grønlandi hevur fingið bót, tí hon fór á matstovu - uttan at vera liðugt koppsett og uttan negativa koronuroynd.

 

Myndin, sum Grønlands Politi eigur, hevur ikki samband við ítøkiliga málið.

 

 

Tað eru ikki somu reglur galdandi í Føroyum sum í Grønlandi.

 

Í allari koronu-tíðini hava føroysku myndugleikarnir bygt sínar tilráðingar á tilmæli til fólkið. Í Grønlandi byggja tilráðingarnar á lógir og kunngerðir.

 

Fyribils sleppa fólk í Grønlandi ikki á matstovur, skeinkistøð ella til frisør uttan so, at tey fyrst eru liðugt koppsett - ella, at tey kunnu vísa fram eina negativa koronu-roynd, sum er minni enn 48 tímar gomul.

 

Grønlands Politi tekur leypandi stakroyndir fyri at tryggja sær, at galdandi reglur vera hildnar, soleiðis at vandin fyri smittuspjaðing kann avmarkast sum mest og best..

 

Ein slík kanning, sum løgreglan gjørdi á einari matstovu í Nuuk hin 4. august, hevur nú kostað einari 60 ára gamlari kvinnu eina bót á 3000 krónur fyri brot á galdandi reglur.

 

Tað var seinnapartin hin 4. august, at løgreglan vitjaði eina matstovu í Nuuk. Eftirlitið henda dagin staðfesti, at nevnda kvinna, sum var á matstovuni, ikki var liðugt koppsett.

 

Kvinnan kundi heldur ikki vísa á eina negativa koronu-roynd.

 

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur, at hin 60 ára gamla kvinnan nú er ákærd fyri brot á kunngerðina um fyribils avmarkingar í hølum, har almenningurin hevur atgongd.

 

Reglurnar í Grønlandi eru galdandi í tíðarskeiðnum 31. juli til 10. august í ár.

 

- Kvinnan hevur hin 5. august fingið eitt sektaruppskot á 3000 krónur, sum hon hevur góðtikið, upplýsir Grønlands Politi.

 

 

 

Myndin, sum Grønlands Politi eigur, hevur ikki samband við ítøkiliga málið.