Valið í Grønlandi í gjár var ikki bara eiott sera gott val hjá flokkinum Siumut, sum fekk meiri enn 42 prosent av atkvøðunum. Valið var eisini sera gott hjá Siumut-fotkvinnuni, Aleqa Hammond.
Longu tíðliga undir uppteljingini var greitt, at Aleqa Hammond hevði fingið sera nógvar persónligar atkvøður, og tá liðugt var at telja í nátt, vísti tað seg, at 6.818 veljarar høvdu atkvøtt fyri henni persónliga.
Næstflestar persónligar atkvøður fekk fráfarandi landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist úr IA. Hann fekk 4.369 atkvøður. Tey bæði eru nógv teir størstu atkvøðuslúkarnir í Grønlandi, tí tann, sum fekk triðflestar atkvøður, fekk 1.334.
Fyrrverandi Siumut-formaðurin Lars Emil Johansen stillaði uppaftur hesaferð, og tað eydnaðist honum at sleppa í Landstingið við 400 persónligum atkvøðum. Umframt at hava verið formaður í Siumut hevur Lars Emil Johansen verið landsstýrisformaður og fólkatingsmaður.
Verri gekst formanninum í Atassut, Gerhardt Petersen. Hann fekk triðflestar atkvøður á listanum, men tað var ikki nóg mikið, tí Atassut fekk bara tveir tinglimir. Hetta er annað valið á rað, at Atassut-formaðurin hevur verið ov stuttur.