- Eg kann minnast, at bæði eg og mamma vóru sera hørm um at ringurin soleiðis bara bleiv burtur tá í 2002. Hann var serstakur fyri hana. Og hann var eisini serstakur fyri meg, greiðir Bjarma frá.
Øll hesi árini hevur hon við millumbilum hugsað um, hvussu troyttandi tað var, at hann soleiðis hvarv.
Á middegi mánadagin í hesi vikuni fekk hon eyga á ring hjá einum floksfelaga, og sum líktist hennara ótrúliga nógv. Og um kvøldið, tá hon settist við telduna at gera setningin til skúlagongdina dagin eftir, fekk hon at vita, at hetta í roynd og veru var hennara ringur.
- Eg setti meg til telduna, og fór líka ein túr inn á Facebook. Tá fekk eg mítt lívs yvirraskilsi, og gjørdist púra paff, tí tá hevði hon - Rakul Højsted Hansen av Langasandi - skrivað mær eini boð um, at ringurin, sum hon hevði gingið við í nógv ár, var altso MÍN ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma.
Og Rakul var minst líka so bilsin sum Bjarma:
- Ja, hetta var næstan ov gott til at vera satt. Men nú gleðist eg bara saman við henni, sigur Rakul, floksfelagi hennara, og sum hevur gingið við ringinum av og á.
Lesið hesa ótrúliga søguna, um hvussu nógvar tilvildir førdu til at Bjarma fekk ringin við teirri serstøku søguni aftur.
- Hetta er bara so ótrúligt. Hetta er simpelthen so undarligt, so undarligt. Man kann nokk ikki kalla hetta annað enn skæbnens ironi.
Vildi ikki tveita ringin burtur
- Hesin ringurin betýddi sera nógv fyri okkum báðar, tí eg var bert níggju ára gomul, tá pápi mín,doyði, sigur Bjarma Ivansdóttir Gærdbo av Velbastað
Tað finnast eldri og yngri søgur um kærar lutir, sum hava verið burtur, men sum seinni eru funnir aftur. Bæði í søgum og sangum er hetta evnið lýst.
Eitt dømi er sangurin "Karin" hjá Steintóri Rasmussen, har hon finnur ein gullring, sum hon ber í samfull 10 ár, uttan vita hvør veruliga eigur hann. Sannleikin kom fyrst fram, tá ein gomul kona kemur á gátt og sigur Karini frá søguni um ringin. Tástani var greitt, hvønn dýrgrip hon hevði borið øll hesi árini.
Nøkurlunda tað sama hendi í hesum førinum millum Bjarmu av Velbastað og Rakul av Langasandi: Hin fyrra misti ringin. Hin fann hann aftur, so at siga.
Søgan er í stuttum hon, at tá mamman, Anna, var liðug við 10. flokk, fekk hon ein ring frá manninum, sum síðani gjørdist húsbóndi hennara, og seinni pápi Bjarmu.
Keddar
Tá Bjarma fekk sítt fyrsta barn, hin 28. februar 1999, gav mamman henni henda sera vakra ringin. Hon var ovurfegin um hann, og gekk við honum hvønn einasta dag.
- Í 2002 fekk eg arbeiði á Fiskavirking í Havn, og tá vit fóru til arbeiðis, máttu vit sjálvandi leggja ringar og slíkt í okkara klædnaskáp. Tað var eingin trupulleiki í hesum, tí ringurin og alt hitt lá har tað skuldi, tá arbeiðsdagurin var av, greiðir Bjarma frá.
Men ein av teimum seinastu døgunum hon var til arbeiðis her, lá ringurin ikki í klædnaskápinum, sum hann skuldi. Hóast Bjarma bæði leitaði upp og niðri, heima og á virkinum var serstaki ringurin horvin.
Hon ringdi bæði í eystur og vestur, men alt gjørdi tað sama: Ringurin var ikki at finna, hóast ídnar royndir og drúgva leitan.
- At enda gav eg bara upp, tí nú hevði eg leitað á øllum hugsandi og óhugsandi støðum, uttan at finna hann. Tað var bara so ergriligt at missa hann soleiðis, - jú, bæði eg og mamma vóru sera keddar av tí, greiðir Bjarma frá.
- Hesin ringurin betýddi sera nógv fyri okkum báðar, tí eg var bert níggju ára gomul, tá pápi mín, Ivan, doyði.
Fiskavirking
Lívið gekk sína vanligu gongd, og fyrr í ár søkti Bjarma inn á FHS-útbúgvingina á Føroya Handilsskúla. Og slapp inn.
Skúlagongdin byrjaði fyrr í mánaðinum, og her vóru nógv nýggj andlit í flokkinum at venja seg við.
Millum næmingarnar var Rakul av Langasandi. Hon var ikki eins heppin og Bjarma, tí hon slapp ikki inn á skúlan í fyrsta umfari, men kom kortini inn, tá onkur gav avboð.
Í døgurðatímanum fyrradagin komu tær av tilvild av sita lið um lið við sama borð. Og tá er tað at Bjarma leggur merki til ein ring, ið Rakul gekk við.
- Eg spurdi Rakul um eg kundi sleppa at síggja ringin. Tá sigi eg við hana, at eg einaferð hevði átt ein ring sum var akkurát líka sum hesin. Eg fortaldi henni so søguna frá 2002, greiðir Bjarma frá.
Afturkomin úr skúla, norðuri á Langasandi fortaldi Rakul móður síni frá hendingini í skúlanum. Og tá fekk hon eina heilt aðra søgu at vita um henda góða ring:
Mamma hennara var ein av formonnunum á Fiskavirking, meðan Bjarma arbeiddi her. Og her hevði hon eisini funnið henda vakra ringin.
Samgleðist
Í samband við eina av árligu feriunum á Fiskavirking vórðu øll skápini hjá starvsfólkunum ruddað og vaskað. Tá kom hon fram á eitt skáp, sum eingin hevði brúkt í langa langa tíð. Og her lá altso ringurin hjá Bjarmu.
- Eg fekk so at vita frá Rakul, at mamma hennara vildi ikki koyra ringin burtur tá, tí hann var so vakur. Tað helt Rakul eisini sjálv at hann var, og tí hevur hon av og á gingið við honum, sigur Bjarma.
Rakul hinvegin harmast uppá ein máta um, at hon ikki longur hevur henda ringin.
- Eg tók hann av mánakvøldið, tá eg fekk at vita, hvør átti hann. Og tað var líkasum, at tað manglaði okkurt á fingrinum. Eg veit bara, hvussu glað eg hevði verið, um eg var í somu støðu sum Bjarma.
- Nú samgleðist eg bara við floksfelaga mínum Bjarmu, sum fekk sín ring aftur.