Feløgini tosa um rokmikla kapping

Fótbóltssambandið hevur nú boðsent fótbóltsfeløgunum til árligu eftirmetingina av fótbóltskappingini. Einki er at ivast í, at í ár verður nógv at tosa um hjá feløgunum. Kappingini hevur verið merkt av drúgva rokinum um spæliloyvið hjá HB, og á vegnum hava nógvar ósemjur verið millum feløgini og FSF. Eftirmetingarfundurin verður í FSF-húsinum í Havn leygardagin 11. november, og umframt at eftirmeta ársins kapping verður eisini hugt fram ímóti kappingini næsta ár.