Felagið Føroysk Ross fyllir 40 ár

Tíðindaskriv

 

Felagið Føroysk Ross fyllir 40 ár og skipar fyri móttøku og almennum tiltaki á Búnaðarstovuni, sunnudagin 15. juli. Tiltakið verður frá kl 14:00 til 17:00. 


Høvi verður at síggja og heilsa uppá føroysk ross og okkurt lætt ábit verður eisini at fáa.


Vit fáa millum annað vitjan av íslendskum kynsbótadómarum, ið koma at leggja okkum lag á at taka mát av føroyskum rossum.

Mátini, ið verða tikin, skulu nýtast í nýggju talgildu skráseting felagsins, ið er grundað á íslendska telduforritið, World Fengur.
Bændasamtök Ísland hevur ment og nýtir frammanundan forritið World Fengur til at skráseta íslendska rossaslagið í Íslandi og kring allan heim.


Tað grør um gangandi fót


Eftir at felagið Føroysk Ross fór undir nýggja alileistin í 2013, við fyrsta
“Summer of Love” átakinum eru vit komin upp á 94 føroysk ross.

Vit runda tískil vónandi 100 ross komandi summar.

Øll eru hjartaliga vælkomin
Kærar heilsanir

Nevndin