Felagið Tórshavn víðkar sjónarringin

Arbeitt verður við at seta eitt áhugafelag á stovn fyri ferðavinnuna í allari Streymoynni. Hetta var eitt mál á skránni, tá Felagið Tórshavn helt áðalfund um vikuskiftið

AÐALFUNDUR

Leygardagin hevði Felagið Tórshavn aðalfund. Felagið virkar fyri at skipa fyri tiltøkum í høvuðsstaðnum og at vekja um áhugan fyri mongu tilboðnum í landsins størstu kommunu.
Fremsta aktivið hjá felagnum er Kunningarstovan. Um veturin starvast 2,5 fólk á Kunningarstovuni, og um summar eru tey fimm til arbeiðis. Hetta er høvuðsorsøkin til, at Felagið Tórshavn arbeiðir við einari fíggjarætlan, ið eftir ætlan javnvigar við 1,4 mió.
Kunningarstovan fær stuðul frá Tórshavnar kommunu, og Ferðaráðið veitir eisini eitt sindur av stuðuli.
Kunningarstovan hevði 27.000 vitjanir í fjør.
Ingigerð á Trøðni, sum er skrivari fyri felagið og starvast á Kunningarstovuni, sigur, at aðalfundir var sum aðalfundarnir plaga at vera.
Felagið hevur fleiri ætlanir fyri hetta árið. Teir kendu gongutúrarnir vera aftur á skránni.
?Vit fara at ganga runt um kommunumarkið hjá Tórshavnar kommunu. Tað er langur teinur, og vit ætla at royna at náða allan vegin runt, sigur Ingigerð á Trøðni.
Fyri uttan at gongutúrar, so hevur felagið eisini størri verkætlanir í huganum.
?Vit vilja fegin gera nakað við gøturnar kring Havnina. Eitt nú til Kirkjubøar er standurin ringur tað mesta av leiðini, og hetta vilja vit fegin hava gjørt nakað við, sigur Ingigerð á Trøðni.
Hon leggur afturat, at her verður neyðugt hjá kommuni at gera arbeiðið, og felagið vil gera vart við støðuna og gera uppskot til møguligar betringar.
Felagið Tórshavn er eisini ein av stigtakurum til at fáa gjørt eitt felag fyri alla Streymoynna við tí fyri eyga at stimbra tiltøk og ferðavinnu.
?Greitt er, at útboði í Vestmanna og aðrastaðni og Norðstreymoy er ov lítil til at kunna fíggja eitt felag, og tí má stuðul frá kommunum til, sigur Ingigerð á Trøðni.
Enn er tað mesta ógvuliga ógreitt viðvíkjandi hesum nýggja felagið, tí finnast skal útav, hvussu skipast skal fyri og ymiskt annað.
Av øðrum tiltøkum, sum Felagið Tórshavn hevur í kvittani, kunnu nevnast Mentanarnáttin, sum verður 6. juni, og sum hevur verið á skránni seinastu tvey árini eisini. Somuleiðis ætla limirnir í felagnum sær at ferðast úr Fugloynni til Mykinesar. So vítt gjørtligt verður ferðast til gongu, men uttan andaliga hjálp verður neyðugt at nýta Strandferðsluna sjóvegis.

Nevnd
Eingin aðalfundur uttan eitt nevndarval, og soleiðis var eisini hjá Felagnum Tórshavn. Formaðurin í felagnum flytir burtur, og tískil má nýggjur finnast. Thordur Thorsteinsson hevur verið formaður, men enn er eftirmaðurin ikki funnin, tí nevndin ikki hevur skipað seg. Hetta verður væntandi gjørt seinni í vikuni.
Nevndin er nú mannað við: Àsmundi Joensen, Juttu Midjord, Kristiannu Høgnesen, Johan Mortensen, Anidu Johannesen, Ega Dam og Jákupi Simonsen.
Kristianna Høgnesen er formaður fyri starvsnevndina hjá felagnum, og Ingigerð á Trøðni skrivari.