At ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn í Føroyum, ið tryggjar øllum kvinnum á arbeiðsmarknaðinum javnbjóðis rættindi, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi, hevur altíð verið eitt av hjartamálunum hjá Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkin.
- Kvinnur á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum eru ikki líka fyri í dag. Tær, sum arbeiða á almennum arbeiðsplássum, eru tryggjaðar í einum grunni við fullari løn, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi, og hesi rættindi eru vunnin ígjøgnum sáttmálan. Umframt er tað ein fíggjarlig byrða hjá teim privatu arbeiðsgevarunum, tá ið kvinnur fara í farloyvi. Smærri fyritøkur aftra seg av tí sama at seta ungar kvinnur í starv av ótta fyri at tær skulu gerast við barn.
- Tað er órættvíst, at tað skal kosta kvinnuni pengar at seta børn í verðina. Málið eigur at vera, at kvinnan skal ikki missa inntøku, tá ið hon fer í barnsburðarfarloyvi, sigur Lisbeth L. Petersen.
Sjónligari munur nú
Mismunurin millum kvinnur á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum er vorðin týðiligari, nú so nógvar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru tryggjaðar undir barnsburðarfarloyvinum. Tað hevur gjørt, at politikarar og onnur hava sæð tað neyðuga í, at restin av kvinnunum á arbeiðsmarknaðninum fáa somu rættindi.
- Undir kreppuni fyri nøkrum árum síðani sást týðiliga, at smáar fyritøkur ikki høvdu ráð at seta ungar kvinnur í starv. At tað nú er aktuelt at seta á stovn barnsburðargrunn, er tí, at hesin rættur er komin í sáttmála hjá nøkrum og ikki hjá øðrum. Ein felags grunnur átti at verið fyri øll, og tí mugu fakfeløgini, ið hava fingið barnsburðarfarloyvi við fullari løn inn í sáttmálan, fáa vissu fyri, at tey ikki missa nakað, um tey siga ja til eina nýggja skipan. Eftir mínum tykki er tað ikki heppið við fleiri ymiskum grunnum.
Lisbeth L. Petersen sigur, at orsøkin til, at einki ítøkiligt útspæl er komið frá samgonguni viðvíkjandi barnsburðargrunninum, er spurningurin um, hvussu grunnurin skal fíggjast.
- Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur meldað út við, at hann heldur, at Arbeiðsloysisskipanin skal rinda fyri grunnin. Og tað er eftir mínum tykki skeivt, tí ALS skal hava frið.
- Ymiskir mátar eru at fíggja grunnin. Ein møguleiki er at seta grunnin á fíggjarlógina, ein annar er at krevja eitt gjald inn gjøgnum skattin á sama hátt, sum vit øll gjalda til ALS. Ein triði møguleiki er, at arbeiðsgevari og arbeiðstakari býta gjaldið ímillum sín, sigur Lisbeth L. Petersen.
Tøl vanta
Sambandsflokkurin hevur havt grunnin til viðgerðar, men er ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu um, hvussu grunnurin eigur at fíggjast.
- Verður grunnurin settur á fíggjarlógina, veksur fíggjarlógin, og tað skuldi hon helst ikki. Okkum vantar tøl, sum siga, hvussu nógv grunnurin fer at kosta. Persónliga haldi eg, at arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar áttu at funnið eina loysn saman, hóast eg veit, at arbeiðsgevarar ikki eru so fúsir til tað, tá ið byrðan er tung frammanundan.
- Hinvegin hava vit vant okkum við, at pengar verða tiknir av lønini til ALS. Tað, sum ALS-gjaldið minkar í árinum sum kemur, kundi í staðin farið í barnsburðargrunnin. Eingin grund er til, at grunnurin verður so stórur, hann skal bara hvíla í sær sjálvum.
Støðugari arbeiðsmarknaður
Lisbeth L. Petersen heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa grunnin settan á stovn.
- Sum er verður munur gjørdur á kvinnum sum arbeiðsmegi. Tá ið grunnurin verður veruleiki, verður arbeiðsmarknaðurin meiri støðugur, eisini viðvíkjandi kynsbýti.
Á kvinnupolitiska verkstaðnum, sum varð hildin í sambandi við kvinnuráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum tíðliga í summar, var barnsburðargrunnur eitt av málum, ið varð viðgjørt. Ein samtykt er gjørd í Útnorðurráðnum eftir ráðstevnuna.
- Samtyktir, ið verða gjørdar í Útnorðurráðnum, eru galdandi fyri Ísland, Føroyar og Grønland, men vit hava ikki verið heilt samd um, hvussu grunnurin eigur at vera. Men í hvussu er eru vit samd um, at vit skulu arbeiða til frama fyri grunnin, sigur Lisbeth L. Petersen, sum er forkvinna í Útnorðurráðnum.
Lisbeth L. Petersen roknar ikki við stórvegis mótstøðu í løgtinginum, tá ið lógin um barnsburðargrunn verður løgd fram.
- Allir flokkar tosaðu fyri barnsburðargrunni í valstríðnum, og eg dugi ikki at síggja, at nakar skal vera ímóti honum. Einastu ráðini eg havi til landsstýrismannin eru, at hann skal halda fingrarnar burtur frá pengunum hjá ALS.