Í dag varð skipað fyri felags innskriving í býráðshøllini í Klaksvik. Hetta er fyrsta ferð, at innskirivingin er roynd á henda hátta. Fyrr hevur verið innskrivað í skúlunum.
Roknað verður við, at um 70 næmingar verða innskrivaðir, so talan verður um tríggjar flokkar. Í fjør vóru tveir flokkar upptiknir í Skúlanum við Ósánna. Tí verður býtt um, soleiðis at í ár fara tveir fyrstu flokkar í Skúlan á Ziskatrøð og ein í Skúlan við Ósánna.
Eru fleiri enn 26 næmingar í einum flokki, verður næsti flokkurin skipaður. Tí kann roknast við, at talan verður um tíggjar flokkara við umleið 23 næmingar í hvørjum flokki.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, nýtti eisini høvið at heilsa upp á næmingar og foreldur, nú innskrivað varð í býráðshøllini. Eisini Óli Jákup Joensen, skúlastjóri við Skúlan á Zistrøð, var fram við og heilsaði uppá.
Jú, spennandi er hjá mongu børnunum at sleppa í skúla, og tey fingu eisini eitt penalarhús frá skrivstovudamunum hjá skúlunum. So sigast kann, at fyrireikingin er longu byrjað.
Orð & mynd: Dávur Winther.