TB, FC Suðuroy og Royn hava í kvøld havt eyka aðalfund, har eittans mál var á skránni, nevniliga spurningurin um suðuroyarfeløgini skuldu hava eitt felagslið í vaksnamannadeildunum komandi kappingarár.
Stórur meiriluti var fyri, at arbeiðast skal saman um eitt felagslið. Í Vági varð málið einmælt samtykt, á Tvøroyri vóru 44 fyri og sjey ímóti, og í Hvalba vóru 23 fyri og trý ímóti.
Nýggja felagsliðið í Suðuroynni fer at luttaka í Effodeildini, har sætið hjá TB verður brúkt, og so eisini í øllum hinum vaksnamannadeildunum, 1. deild, 2. deild og 3. deild.