Felagsskapurin fortreyt fyri framgongd

Um vikuskiftið vitjaði 53 ára gamli danski rithøvundurin og professarin á Københavns Universitet, Peter Harder, í Føroyum. Ørindi hansara vóru at halda fyrilestur fyri studentaskúlalærarum við heitinum "Elevrollen og (post)moderniteten - skolens strategier og muligheder". Í samrøðu við Sosialin hugleiðir Peter Harder m.a. um, hvørji høvuðseyðkenni gera seg galdandi í modernitetinum, hvussu hetta ávirkar skúlan og hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita felagsskapin í eini tíð, har vaksandi einstaklingageringin í stóran mun hóttir bæði skúlan og samfelagið

Fyri eini góðari viku síðani fóru miðnáms- og fólkaskúlarnir av bakkastokki kring landið, og leiðslur skúlans eru sostatt í holt við seinastu fyrireikingarnar at brynja seg til eitt nýtt ár.
Rektarin á Studentaskúlanum í Hoydølum, Mads Winther, valdi at innleiða árið við einum fyrilestri frá danska professaranum, Peter Harder, frá akademiska miðdeplinum, Københavns Universitet, har hann hevur starvast síðani 1985. Umframt at undirvísa og halda fyrilestrar hevur 53 ára gamli danin eisini skrivað eina bók, "Skolen på frihjul", sum kom út í 2002 og snýr seg um støðu skúlans í samtíðini.
Sosialurin hitti Peter Harder í Havn, og við fryntliga og lítillátna atburðinum var í fyrstu atløgu torført at fáa eyga á, hvusssu hesin maðurin kundi halda fyrilestrar, undirvísa og vera við í gongdini at menna eitt so stórt og tungt øki, sum skúlin tykist vera. Men tað gjørdist skjótt greitt, at danski professarin hevur orðið í síni makt umboðandi nakrar greiðar og kontantar áskoðanir.

Relativistiskt rák
- Høvuðseyðkenni postmodernitetsins er fyrst og fremst, at einki longur er fastlagt frammanundan. Reglur og normar, sum í siðbundna samfelagnum í seinasta enda vórðu givin av Gudi, hava mist sín týdning og myndugleika, og tískil er talan um eina nýggja støðu í dag, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá Peter Harder til spurningin, hvørji høvuðseyðkenni seinmodernitetsins eru.
Peter Harder vísir á, at millum ung í dag er talan ikki um fastar spælireglur, men heldur um ein ógvuliga einskaklingakendan og relativan lívshátt, sum ger seg galdandi.
- Hetta rák ávirkar sjálvsagt skúlan bæði í arbeiðshátti, bygnaði og skipan, og tískil stendur leiðsla skúlans við eini nýggjari og eyka uppgávu at staðfesta nakrar fastar og óvikandi spælireglur fyri næmingin og læraran, vísir Peter Harder á.
Professarin leggur afturat, at skúlin við relativistiska rákinum kemur undir eitt størri trýst í dag samanborið við fyrr, tí nú eru fleiri áskoðanir um, hvussu arbeiðið skal samskipast, har næmingurin fyri fyrstu ferð kann seta spurnartekin við framferðarhátt lærarans og leiðslunnar.
- Bæði uppi og niðri frá er dagsins skúli undir trýsti. Politiski myndugleikin hevur sína hugsan, og næmingarnir hava sína hugsan, og tískil er torført hjá skúlanum at arbeiða við sínum egna konstruktiva útspæli, sigur Peter Harder. Hann vísir á, at júst her er uppgáva skúlans at vera sjálvstøðugur uttan at lata seg ávirkað av modernaðu støðuni.

Bæði gott og ringt
Sambært Peter Harder hevur talan verið um eitt ógvuliga týðiligt brot frá siðbundna til modernaða samfelagið, og eitt frígerandi rák gerst alt meiri sjónligt, sum kann vera til bæði fyrimuns og vanda fyri skúlan og samfelagið.
- Tað er eitt stórt framstig, at vit í dag hava næmingar, sum tora at taka stig til ymiskt og koma við egnum meiningum mótvegis farnum tíðum, tá næmingarnir frammanundar vóru bankaðir uppá pláss. Hinvegin ber heldur ikki til at hava 25 næmingar í eini floksstovu, har hvør einstakur hevur sína egnu dagsskrá, vísir Peter Harder á.
Júst hetta seinna skapar sambært Harder nakrar trupulleikar, at næmingurin setir dagsskránna og spælireglurnar, og tískil er spurningurin, hvussu skúlin í seinmodernaða samfelagnum skal bera seg at mótvegis fría ungdóminum.

Polarisering í skúlakjakinum
Henda sosiologiska gongd hevur sett ferð á kjakið um, hvussu skúlin skal skipast, og hesum viðvíkjandi er talan sambært Peter Harder um eina polarisering.
- Áskoðanirnar vísa seg at vera sera víðgongdar í hesum høpi. Antin skal ein vera modernaður, progressivur, blíður og heilt góðtakandi mótvegis relativitetinum, ella verður farið í hina grøvina við svarta, stranga skúlanum og náðileysum myndugleika, sigur Peter Harder. Hann vísir hesum báðum ov einfaldu loysnum frá sær og eftirlýsir heldur nýhugsan.
- Kjakið eigur at snúgva seg um, hvussu vit á skilabestan hátt fáa skapt nakrar fastar spælireglur sum útgangsstøði hjá øllum á skúlanum. Eftir hetta er møguligt at gera næmingunum greitt, hvussu skúlin ynskir at arbeiða og harvið eisini hvørji krøvini eru til næmingarnir, slær Harder fast.
Danski professarin vísir á týdning skúlans at hava eitt greitt útspæl til frama fyri bæði lærara og næming. Við øktari disciplin og greiðari krøvum og treytum heldur Peter Harder, at serliga veiki næmingurin hevði staðið seg betri.
- Veiku næmingarnir kunnu bert fullføra skúlagongdina, um leiðslan heilt greitt vísir teimum, hvat krevst í hesi skipan, eru áskoðanir Peter Harder. 53 ára gamli danin vil helst skifta slitna orðið disciplin út við orðini arbeiðsfrið og arbeiðsmøguleikar, tí tað er júst tað, talan er um.

Samskifti, samarbeiði og minimal tíðarspilla
Á henda hátt tykist danin hava ta áskoðan, at krøvini og treytirnar skulu økjast, har næmingurin kennir sítt pláss og tað arbeiði, hann noyðist at fremja til tess at fullføra útbúgvingina. Men í greiða politikki skúlans vísir Harder eisini á, at næmingurin skal takast við uppá ráð.
- Lyklaorðini í einum góðum skúla eru samskifti og samarbeiði millum lærara og næmingarnar, og elvir hetta eisini til minimala tíðarspillu. Um næmingurin kennir til óvikiligu krøv skúlans, og lærarin samstundis røkir uppgávu sína, verður úrslitið samanlagt ein felags framgongd fyri báðar partar, metir danski professarin.
Eitt annað lyklafyribrigdi í menningini av skúlaverkinum er økt team-arbeiði millum lærarar, og saknar hann veruliga, at lærarar í felag við næming orða ein greiðan politikk um, hvat endamálið skal vera.

Myndugleikin horvin
Harder vísir á, at dagsins miðnámsskúlar í ein mun eru vorðnir offur fyri áðurnevnda rákið, nevniliga at samfelagsins myndugleikar í ein mun hava mist týdning sín.
- Fyrr var skúlin ein myndugleiki millum aðrar, sum dikteraði ungdómin at vera á ein ávísan hátt. Til alla lukku eru vit farin frá hesum, men nú er trupulleikin, at vit eru farin í hina grøvina, har skúlin hevur mist myndugleika sín, vísir Harder á.
Fría uppalingin, avtraditionaliseringin og virðisrelativisman eyðkenna ungdómsmentanina so nógv, at ungdómurin ikki kennir sín leiklut í skúlanum.
- Næmingar kunnu nær sum helst spyrja seg sjálvan í dag, hví ólukkan teir skulu gera, sum hasin gamli lærarin sigur, og á henda hátt hevur skúlin mist sína aura, fyri at nýta eitt positivari orð fyri autoritet, leggur Peter Harder afturat. Hann slær fast, at uttan ein ávísan leiklut næmingsins kann skilagóð undirvísing ikki fara fram.

Coca Colonisering
Ein trupulleiki, sum kemur í lag í yvirgongdini frá at vera barn til vaksin, er sambært Peter Harder, at vaksnamannalívið er vorðið meiri abstrakt og fjart fyri ungdómin.
- Í seinmodernitetinum fara vit alt meiri frá tí sansandi, ítøkiliga og einfalda, tí globaliseringin hevur sett heilt nýggjar normar og reglur. Í staðin fyri at vera fyri ella ímóti hesi gongd, eiga vit heldur at góðtaka, at talan er um eitt brot við fortíðina, og so er spurningurin, hvussu vit skulu útbúgva ungdómin at fóta sær í einum hyperkompleksum, tøknifrøðiligum og globaliseraðum fjølmiðlasamfelagið, vísir danski professarin á.
Hann leggur afturat, at við nýggju mentanarligu støðuni er skúlans uppgáva at gera ungdóminum greitt, hvussu tey kunnu varðveita neyðugu og grundleggjandi virðini í eini broytiligari tíð og nýggjum umstøðum.
Í hesum høpi nevnir Peter Harder Coca Coloniseringina, sum ímyndar multinationalu, deregulerandi og materialistisku nýtslumentanina, hesin heimur er hertikin av. Amerikaniseraða mentanin hevur í ein mun skapt eitt risikosamfelag, sum týski sosiologurin Ulrich Beck vísir á, eisini á sosiala økinum.
- Í hesi modernisering og globalisering eru tað tey veiku og tey uttan vilja, sum gerast offur og enda í einum sosialum og mentanarligum tómrúmi. Her er uppgáva skúlans at skapa eitt reelt og eksistentielt mentanarligt grundarlag, slær Harder fast.
Hann heldur, at skúlin umframt at útbúgva næmingar til professionellan og fakligan førleika á arbeiðsmarknaðinum eisini má læra ungdómin at orientera seg í pluralistiska modernitetinum.
- Hetta skal ikki misskiljast soleiðis, at ein skal vera bangin og ikki tora nakað. Neyðugt er tó at vísa á baksíðuna av modernitetsins medalju, so leiðsla skúlans kennir uppgávu sína at skapa sterkar næmingar, sum tryggari kunnu kasta seg út í møguleikans hav.

Einfaldni skapar kríggj
Spurdur, hvørjar politiskar og heimspekiligar orsøkir hava ført til ta samfelagsligu støðu, vit í dag eru í, svarar Peter Harder aftur, at tað ikki bert eru hugsjónirnar, sum skapa veruleikan, men heldur øvugt.
- Ikki tað, at eg eri marxist, men tað tykist eins nógv vera spontana samfelagsliga gongdin, sum skapar veruleikan við einum samspæli av tí, ein hevur, og tí, ein forfylgir. T.d. er yvirgongdin frá primeru til sekunderu vinnuna ein gongd, sum er farin fram og hevur broytt nógv, og hugsjónirnar eru so okkara háttur at fyrihalda okkum til henda veruleika á.
Peter Harder leggur tó dent á, at klassisku politisku høgra/vinstra
mótsetningar avgjørt enn eru viðkomandi, hóast alt tykist vera meiri fløkt í dag enn áður.
- Tað er neyðugt at fáa fatur á báðum endum í mótsetningunum. Internationalisman hevur t.d. billað fólki inn, at nationalu og etnisku virðini ikki høvdu nakran týdning, men kríggið á Balkan og átrúnaðarligu orrusturnar í muslimska heiminum hava prógvað júst tað mótsætta, slær Harder fast.
Við hesum er ein boðskapur hansara, at tað er neyðugt at síggja nuansurnar og skilja, at tað ræður um at fáa fatur á báðum endum í mótstríðandi hugsjónunum og finna skilabesta háttin at fyrihalda seg.
- Misskiljingin av hesum er júst tað, sum skapar og hevur skapt óendaliga nógv kríggj, vísir Harder á.

F-mentanin
Eftir at hava sveimað í kring í stóru verð koma vit aftur til skúlavirksemið, og í hesum høpi vísir Harder á f-mentanina, sum er ein skaðilig gongd, í hvussu so er innan skúlans gátt.
- F-mentanin stendur fyri frítíð, forbrúki, frírumi og felagsskapi, og hetta eru í sjálvum sær positiv fyribrigdi. Men tá hesi virði gerast dominerandi í skúlanum framum lærdóm og fakliga útbúgving, gerst talan um ein trupulleika, sum tíverri er sjónligur í dag, sigur Harder avgjørdur.
Í hesum høpi nevnir Harder aftur, at skúlin skal sýna sín myndugleika og hava sítt greiða útgangsstøði, tí um talan gerst um ov fríar teymar fyri ung, megna tey ikki sjálvi at mennast.
- Tað ræður um at skapa ein struktur til frama fyri øll. Gjøgnum royndir og kanningar hevur tað víst seg, at negativa f-mentanin fær sítt gjøgnumbrot, um ikki ein fastlagdur skúlastrukturur forðar fyri hesum, so næmingurin má tillaga seg eftir leisti skúlans.

Meiningsfullur felagsskapur
Í avtraditionaliseringini vísir Peter Harder á týdningin at seta okkurt nýtt inn í staðin fyri tað gamla, sum er horvið.
- Høvuðsboðskapur mín er at byggja upp meiningsfullar felagsskapir av nýggjum. Tað er ein sannroynd, at siðbundnu virðini, normarnir og lívshættirnir partvís eru horvin, men tá er skúlans ábyrgd at seta okkurt nýtt inn í staðin, sigur Peter Harder.
Hann slær avgjørdur fast, at hesin felagsskapur er eitt grundfyribrigdi í loysn hansara, ikki minst orsakað av vaksandi einstaklingageringini í vesturheiminum.
- Besti hátturin at byggja upp eina skilagóða tilveru er gjøgnum mennandi felagsskap, har skúlin skal vera ein mótpolur til hugsanina, at ein og hvør sjálvur skal skapa sítt egna lív, sigur Peter Harder.
Hann vísir á, at ungdómurin skal skilja, at næmingurin er høvuðspersónur í síni útbúgving og at hann í seinasta enda tekur avgerðirnar, men at skúlin skal skapa karmar fyri einum sterkum felagsskapi í eini nýggjari skúlamentan.
- Fyri at røkka hesum skal skúlin signalera til næmingin, at lúkar tú krøv okkara, ert tú partur av okkara felagsskapi, og tá kunnu vit avrika nakað saman. Ikki fyrrenn tá hava vit ein felagsskap, sum er mennandi, gevur meining og skapar framburð, slær Peter Harder at enda fast.

Útvald sitat:

- Besti hátturin at byggja upp eina skilagóða tilveru er gjøgnum mennandi felagsskap, har skúlin skal vera ein mótpolur til hugsanina, at ein og hvør sjálvur skal skapa sítt egna lív

- Í hesi modernisering og globalisering eru tað tey veiku og tey uttan vilja, sum gerast offur og enda í einum sosialum og mentanarligum tómrúmi. Her er uppgáva skúlans at skapa eitt reelt og eksistentielt mentanarligt grundarlag

- Høvuðsboðskapur mín er at byggja upp meiningsfullar felagsskapir av nýggjum. Tað er ein sannroynd, at siðbundnu virðini, normarnir og lívshættirnir partvís eru horvin, men tá er skúlans ábyrgd at seta okkurt nýtt inn í staðin, vísir Peter Harder á

- Í seinmodernitetinum fara vit alt meiri frá tí sansandi, ítøkiliga og einfalda, tí globaliseringin hevur sett heilt nýggjar normar og reglur, sigur Peter Harder m.a.


Fakta:

Navn: Peter Harder, professari

Føddur: 1950

Giftur og hevur tveir dreingir

Hevur undirvíst á Københavns Universitet síðani 1985

Undirvísti áðrenn 1985 á miðnámsskúla

Gav í 2002 út bók við heitinum "Skolen på frihjul"