Beinta Pedersen
--------
Eg vil so fegin varpa ljós á KRIS.....
Føroyar eru eitt tabu land, man tosar ikki um veruleikan, men heldur tosar man um slatur og aftan fyri rygg hjá øðrum. Ella kanska tey sum hava brotið bein, blóðpropp, h1n1 og nógvar aðrar sjúkur, men tað sum hevur við sálina at gera er tabu. At hava sár á sálini er bara so ringt, og tað sæst ikki. Hvør kann hjálpa!!!!!! UHA ja góður spurningur?
Tað er ikki nemt at søkja sær hjálp, tí ein hevur ikki nógva orku at søkja sær hjálp.
Fyri okkum sum eru komin upp í árini og eru missbrúkt kynsliga, hava vit KRIS! Ringdi til KRIS í mínu sváru neyð, kláraði illa at liva meira í hesi verð. Havi fingið góða hjálp, havi nógv at takka Guðbjørg West sum er leiðari í Kris fyri, hevði ikki verið komin so væl fyri, um eg ikki hevði søkt hjálp.
Við hesum fáu oðrum vil eg takka Kris mangar ferðir.