Fella trø tí tey eru vandamikil

Vandamikil trø í Havn verða feld og fleiri nýggj gróðursett. Summi trø á almennu økjunum í Tórshavnar kommunu eru rotin innan og eru sostatt í vanda fyri at støkka av ella koppa.

Kommunan er tí farin undir at taka vandamiklu trøini burtur. Vit kunnu tó ugga okkum við og fegnast um, at onnur og fleiri trø verða gróðursett í staðin.

 

– Tórshavnar kommuna er farin undir at kanna og tryggja trøini á kommunalum økjum. Fleiri av trøðunum eru rotin innan og tískil vandamikil. Hóast tey framvegis kunnu síggja frísk út og fáa bløð, eru tey í veruleikanum í stórum vanda fyri at støkka av ella koppa, sigur býargartnari Brenna Kashell McCormick.

 

– Hetta sóu vit týðiligt dømi um fyrr í vikuni, tá gamla roynitræið í Posthúsbrekkuni varð tikið niður sunnan fyri Snarskivuna. Tað kann uttan iva tykjast sum eitt stórt inntriv at taka eitt so stórt træ burtur úr býarmyndini. Tað var tó neyðugt, og vit kunnu ugga okkum við og fegnast um, at onnur og fleiri trø verða gróðursett í staðin, sigur hon.

 

Hóast tað er ikki altíð lætt at staðfesta, hvat tað er, sum hevur elvt til rot, so eru ávísir faktorar, sum kunnu seta ferð á rottilgongdina. Tað kann til dømis vera rótaskaði frá vegarbeiði ella skeivar klippingartilgongdir, men orsøkirnar kunnu eins væl vera natúrligar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##