Rækjur
Oyri: Á teimum báðum virkjunum á Oyri, Skeljavirkinum og Rækjuvirkinum, fara eini 100 fólk burtur av at starvast í vetur.
Skeljabáturin, Norðheim, sum hevur ligið síðan endan av februar, fer nú útaftur fyrsta dagin, og í gjár var rækjutrolarin, Kappin á Oyri, við 420 tonsum av rækjum.
Á Rækjuvirkinum hava tey havt ein summarsteðg í tríggjar vikur, og í hesi vikuni byrjaðu tey aftur, nú Kappin kom undan Ný Foundlandi.
Sofus Poulsen, stjóri, sigur, at á báðum virkjunum fara eini 100 fólk tilsamans at arbeiða í vetur.
Á Rækjuvirkinum verður arbeitt við tveimum vaktum, og stjórin væntar, at hetta verður uttan steðg tað, ið eftir er av hesum árinum.
Spurdur, um virkið hevur nógvar rækjur niðurfyri, sigur hann, at tað hava tey ikki.
Hann ivast tó ikki í, at nóg mikið verður at gera teir næstu mánaðirnar.
- Í fjør vár løgdu vit stilt einar tveir mánaðir, tí vit høvdu ongar rækjur á goymslu. Árið fyri var einki til hindurs fyri at arbeiða alt árið, sigur Sofus.
Tað merkist
Stjórin vísir á, at tað merkist týðiliga á virkinum á Oyri, at rækjuflotin er so nógv minkaður.
- Fyri tveimum árum síðan vóru 12 rækjuskip í flotanum; í dag eru bert 7 skip eftir, sum eru í vinnu.
Hann sigur, at tollviðurskiftini gera, at tað ikki lønar seg at keypa aðrar rækjur enn tær, sum føroysku skipini koma við.
- Skulu vit keypa rækjur úr øðrum londum, noyðast vit at rinda 20% í tolli, og tá hongur framleiðslan slett ikki saman.
Sofus sigur, at tað er tungt at reka Rækjuvirkið í løtuni við teimum marknaðarprísum, sum eru.
- Men vit vóna, at marknaðurin fer at batna sum frá líður.
Alt fer til ES
Stjórin sigur, at tað gongur væl at fáa fólk til arbeiðis.
- Vit hava havt ein fastan "stab" av fólki í nógv ár, og síðan eru tað nøkur, sum koma og fara, sigur Sofus Poulsen at enda.
Tveir triðingar av rækjunum, sum Rækjuvirkið á Oyri virkar og selir, fara til Onglands. Restin fer eitt nú til Fraklands og Danmarkar. Øll framleiðslan fer til ES-lond.