Feministar millum alfa-hannar

Siðbundnu kynsleiklutirnir eru ikki nátúrligir, men eitt mansuppfunnið produkt, hevur boðskapurin frá feministum leingi ljóðað. Men samstundis sum javnstøða hevur fingið munandi betri kor, verður framvegis stórur munur gjørdur millum kynini – eitt nú á arbeiðsmarknaðinum. Tí spyrja fleiri vísindafólk: eru kynsleiklutir bert úrslit av mansdomineraðari mentan ella spælir lívfrøðin ein leiklut?

Politiskt og ideologiskt var feminisman eitt søguligt nýbrot. Ikki bert megnaði hon at vísa á, at formellar forðingar, til dømis til atkvøðurætt, vóru høpis­leysar og tilvildarligar, men hon av­dúkaði eisini, at politikkur snúði seg um annað enn formell stjórnar­viður­skiftir. Feminstarnir settu hevd­vunnu, sið­bundnu kynsleiklutirnar undir lupp­in. Heimið, hjúnalagið og upp­al­ingin – málið sjálvt – varð politiserað. Túsund­tals ár av sið­vandum kynsleiklutum skuldu koll­veltast. Mannfólkini skuldu ikki longur hava allar týðandi sessirnar í samfelag­num. Talan var um eina rættu­liga valds­uppgerð.
Grundarlagið fyri uppgerðini var lut­víst stóra broytingin í materiellu kor­unum, har boð brádliga vóru eftir kvinn­unum á arbeiðsmarknaðinum. Kvinnur skuldu ikki longur bert føða og ansa børnum, men fingu ein týðandi búskaparligan leiklut.
Og kvinnurnar høvdu førleikar, líka góðar og stundum betri enn mann­fólkini. Men radikalir feministar vildu longri. Tær vildu útrudda allan ment­anar­skaptan mun millum kynini. Málið skuldi reinsast fyri kynsbundin hugtøk og dreingir kundu eins væl spæla við dukkur – og gentur við lastbilar. »Kyn« var eitt uppfunnið hugtak, ið tænti eini mansdomineraðari mentan. Men fyri summi gjørdist hetta ovboðið. Tey hildu, at kynini bæði hóast alt vóru ymisk av nátúr. Eins nógv verd, men ikki eins.
Rákið vendi, og ein røð av gransk­arum kundu avdúka, at nakrir munir hóast alt vóru nátúrligir og kundu staðfestast í heilanum. Og síðani hevur kjakið snúð seg um, í hvønn mun »kyn« og kynsleiklutir eru biologisk ella ment­anar­skapt produktir.

Alfahannar í leiðandi størvum
Skulu vit trúgva Gregg Murray, sum granskar í menningarlæru og politikki á Texas Tech University, hava feminst­arnir enn langt á mál við at broyta sið­bundnu kynsleiklutirnir. Tí hóast vit leingi hava framt stór javnstøðuátøk, eru tað framvegis nógv færri kvinnur í leið­andi størvum – bæði í politikki og vinnu­lívið. Og hagtølini avdúkað, at hóast vit hava formella javnstøðu, er fram­vegis stórur lønarmunur. Tað kann taka langa tíð at broyta mentan, men sam­bært Gregg Murray, er hesin munur treytaður av okkara lívfrøðiligu evolutión.
Kanningar av politiskari uppstilling hava avdúkað, at flestu okkara dáma betri politiskar leiðarar við ávísari likam­ligari stødd, frammum minni leið­arar. Og her hava mannfólkini lív­frøð­iliga støddarfyrimunin. Frágreiðingin er, sambært Gregg Murray, at stødd­in ótilvitað sendir signal um trygd. Likamlig stødd veitti stórar fyri­munir í bardøgum millum bólkar í okk­ara evo­lutioneru fortíð, og hesin trygdar­tørvur hongur enn við, hóast tørvur ikki er á honum á sama hátt.
Onnur hava róð frammundir, at tá kallkyni hevur verið ráðandi, bæði í menn­iskjasamfeløgum og millum flestu djórasløg, hevur hetta sett síni spor í okkara lívfrøði. Mannfólk fara tí altíð fara at torført við at góðtaka kvinnu­ligar leiðarar, vilja tey vera við.
Aðrir granskarar hava víst á, at kappingin um hægstu postarnar í stóran mun fer fram millum fólk av sama kyni og ikki millum kynini. Kanningar hava staðfest, at kvinnur verða drignar at monn­um, ið hava status og ríkidømi, og hagtølini vísa, at slíkir menn fáa í miðal fleiri børn. Tí er status evolutionert sæð umráðandi hjá monnum. Sambært hesi fatan, verða kvinnur ikki sæddar sum nøkur hóttan; kappingin um status er millum menn.
Men feministar kunnu fegnast um, at hetta neyvan er allur sannleikin. Tí tað er ein sannroynd, at kvinnur ofta hava nógv betri førleikar enn mannfólkini til leiðandi størv. Tí likamlig stødd og styrki hevur í flestu førum ongan týdning í flestu leiðandi størvum í modernaða sam­felagnum. Skilvísi, samstarvsvilji og drúgvar royndir gera ofta veruliga mun­in. Sostatt kunnu nógvu mannligu leið­ararnir ofta vera eitt misljóð millum modernaða samfelagið – har kvinnur eins væl kunnu leiða – og okkara evo­lu­tioneru kallsdomineraðu fortíð.

Menn frá Mars, kvinnur frá Venus?
Hóast radikala feminisman vildi vera við, at munirnir kynjanna millum vóru reinar sosialar konstruktiónir, tykist rákið vera vent. Lívfrøðin hevði hóast alt ein ávísan týdning. Og kyns-stereo­typurnar hava góðar dagar. Vit »vita«, at mannfólk eru meiri aggressiv og ráðarík, ímeðan konufólk eru meiri empatisk og duga betri at samstarva. At mann­fólk hugsa rationelt og matemat­iskt, ímeðan konufólk eru meiri listarlig og kensluborin. Men hvussu stórir eru mun­irnir? Og í hvønn mun eru mun­ir­nir samfelagsskaptir?
Paul Bloom, professari í sálarfrøði á Yale University, vísir í almennum fyri­lestri á eina røð av kanningum, ið fevna tvørturum mentanir har roynt var at svara hesum spurningi. Og sambært hon­um eru nakrar av sterotypunum sannar. Eitt nú staðfestir ein røð av kann­ingum, at mannfólk eru meiri aggressiv enn konufólk. Hugsa bert um hvussu nógv fleiri mannfólk sita í fongsli enn konufólk. Hagtølini avdúka eitt nú at flestu mordarar eru kallkyn. Í flestu førum er talan eisini um, at menn taka lívið av monnum. Og her spælir lívfrøðin ein týðandi leiklut við mannliga hormoninum testestoron, ið elvir til størri aggressión og álopshug. Sambært Paul Bloom sæst hesin munur longu í móðurlívið, har dreingjafostur sparka og røra seg meiri.
Tá tað snýr seg um romantiskan kær­leika hava fleiri kanningar staðfest, at mann­fólk eru væl minni kritisk yvir­fyri stuttum og tilvildarligum romansum enn konufólk. Heldur primi­tiva frágreiðingin er, sambært Paul Bloom, at evolutionert sæð hava mann­fólk ikki havt eins stóran leiklut við upp­alingini av børnum. Teir hava tí »ráð« til at seta fleiri børn í heimin enn konu­fólkini, sum søguliga hava staðið fyri upp­alingini. Kanningarnar staðfesta, at konu­fólk generelt eru nógv minni opin fyri tilvildarligum romansum og eru væl meiri kræsin. Fyri tær ræður um at finna ein stabilan maka at hjálpa við upp­alingini.

Sannleikin kanska gráur
Lise Eliot, heilagranskari og rit­høv­undur av bókini »Pink Brain, Blue Brain« hevur argumenterað fyri, at mun­ir­nir hóast als ikki eru so stórir. Hon hevur savnað gransking saman, ið hev­ur máta munir á heilunum millum kyn­ini. Og sambært henni eru ikki nógvir ítøkiligir fysiologiskir munir. Mann­fólka­heilar eru eitt sindur størri, eins og likam­ið sum heild. Men tú skalt nið­ur á mikrostig fyri at finna veruligu mun­ir­nar, vil hon vera við.
Lise Eliot hevur víst á kanningar, ið staðfesta, at foreldur bera seg grund­leggj­andi øðrvísi at, alt eftir um talan er um drong ella gentu líka frá føðing tá um uppalingina umræður. Talan er eisini um foreldur, ið annars eru rættu­liga tilvitað um at uppala kynsneutralt. Hetta gevur ábending um, at ráðandi ment­anin við sínum maskulinu og femininu virðum setir ítøkilig spor í heilanum so hvørt barnið veksur upp. Sum hyper sosialar verur umræður at bera seg líka at, sum tey ið eru einum meinlík.
Boðskapurin frá Lise Eliot er so­statt, at talan ikki er um biologiska determi­nismu. Tí er neyðugt at fara inn og hyggja eftir, hvussu mentanin veksir um teir nátúrligu munir ið annars eru mill­um kynini.