Fepurin fer illa við fuglfirðingum

Undan lyklauppgerðini á heimavølli ímóti KÍ eru ÍF spælararnir við at koma fyri seg, eftir at sjúka hevur plágað

Næstsíðsta leygardag legði ÍF rygg til 6-1 tap í Runavík. Hetta var størsta ÍF tapið síðani 5. oktober 2014, tá ið Víkingur í síðsta umfari vann 5-0 á heimavølli ímóti fuglfirðingum.

Alex José dos Santos var ikki við á ÍF liðnum ímóti NSÍ, tí hann lá við fepri. Síðani vísti tað seg, at fleiri høvdu spælt við fepri – Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard og Jan Ó. Ellingsgaard.

ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen var burtur frá venjing fleiri kvøld í síðstu viku, tí hann lá við influensu.  Á málinum hoyrist, at hann ikki er heilt frískur enn. ÍF venjarin vil tó ikki hoyra talan um, at orsøkin til stórtapið bara skal vera sjúka:

-Tá ið tú hevur tapt 6-1, so ber ikki til at renna undan. Vit kundu kanska havt nýtt aðrar spælarar, enn teir sum spældu, men tað bar illa til, tí 2. deildarliðið var farið suður til Suðuroyar, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Í hesi vikuni hevur tað verið stórt mannfall í Fuglafirði, har fleiri ikki hava verið nóg birgir at venja, men nú eru teir allir fepurfríir.

Jan Ó. Ellingsgaard er smáskaddur og ivasamur, og Gunnar Christiansen er burturstaddur. Dánjal Pauli Højgaard og Poul Nolsøe Mikkelsen eru langtíðarskaddir.

 

Bæði ÍF og KÍ droyma um at vera millum tey, sum kappast um fremstu plássini. Um gloppið fram ikki skal verða ov stórt, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku ídag.

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen er ikki nøgdur við avrikini higartil.

-Í fjør var tað trupult hjá okkum í Fuglafirði, har vit taptu 3-1 og spældu 1-1. Hóast vit vunnu 2-0 síðsta sunnudag, so spældu vit ikki tað, sum vit eiga at megna. Eftir steðgin megnaðu vit ikki at stýra spælinum. Vit mugu vísa betri avrik í dag, um vit skulu hugsa um fulla úrtøku, sigur KÍ venjarin.

Tað er ivasamt, um Hjalgrím Elttør og Mayowa Oladele Alli vera førir fyri at spæla ídag. Orsaka av skaðum hava teir síðstu vikurnar ikki vant saman við hinum .

 

ÍF venjarin, Jógvan Martin Olsen, ivast ikki í, hvør setningurin er hjá hansara monnum ídag:

-Vit mugu vísa rætta hugburðin og vísa viðhaldsfólkunum, at vit arbeiða nógv og stríðast fyri søkini.

ÍF venjarin var síðsta sunnudag í Klaksvík, tá ið KÍ vann fyrsta heimasigurin í ár. Hóast tað eydnaðist KÍ at halda tætt, so var avrikið hjá miðverjunum ikki so sannførandi. Í Runavík var Clayton Soares einsamallur á ÍF toppinum. Tað kann hugsast, at Adeshina Lawal ímóti KÍ verður undir liðini á Clayton Soares frá fyrsta bríksli ídag.